Áki Vang Poulsen

Sum tann fyrsti av sínum salg verður tað Áki Vang Poulsen, ið fær heiðurin at sita á beinkinum til eitt prát um lív og heilsu. Áki er í ÍF Føroyum hondbólti kendur sum 'the party maker', og eg rokni við, at vit skjótt fara at hoyra okkurt um eina jólaveitslu frá manninum á beinkinum. Vit takka Áka fyri prátið og ynskja honum eitt gott kappingarár.

 

Navn:

Aki Vang Poulsen

 

Føddur:

31 marts 1983

 

Útbúgving:

Um at vera liðugur við mína Cand. Merc. í International Marketing

 

Forlovaður:

Ja við Svavu

 

Pláss á vøllinum:

Strika

 

Lýs teg sum hondbóltsspælara vid 3 orðum:

Allar besti straffiskjútti! Tað haldi eg at teir flestu kunnu skriva undir uppá ;)

 

Hvør er besti leikari tú hevur leikt við/ímóti?

Ringt at taka støðu til, men Jakob Jónsson er eitt gott boð

 

Hvar ert tú staddir um 3 ár?

Eri nokk enn í DK, spentur sum eitt smábarn at sleppa at flyta heim til Føroyar….væl at merka Tórshavn!

 

Hvat er eitt romantiskt kvøld fyri teg?

Tað má nokk vera eitt av hesum deiligu friðarligu kvøldunum, tá man hevur víst síni kokkakynstur í felagskøkinum hjá Svavu, Leonard Cohen í hátalaranum, sløkt ljósið og tendrað stearinljósini, sum so verður avbrotið við myndatøku, tí tað knappliga skal leggjast út á FB….nei konufólk, konufólk:P

 

Hvussu nógvar genstandir (alkohol) inntekur tú um vikuna?

Drekki bert í vikuskiftinum, so tað kemur væl an uppá um vit spæla sunnudag, tí so kemur tað ikki uppá tal at fara í býin!!!

 

Hvør er stuttligasti leikarin á tínum liði?

Haldi at Ørvur skal fáa heiðurin sum tann stuttligasti

 

Hvør á tínum liði brúkar mest tíð frammanfyri speglinum?

Haldi tað ikki nakar ivi í, at tá man hevur fingið ein solariumbrúnan, westlife fjeppandi fótboltspælara úr eysturoynni á liðið, so tann heiðurin fer til Tórur Thomsen

 

Hvør hevur best reyv á tínum liði?

Hevði tú spurgt meg í fjør so hevði eg óiva sagt, squat reyvin hjá Janus Sørensen, men tá hann ikki er við í ár, so má heiðurin fara til Brian bróðir, serliga tí hansara reyv minnir nokk mest um mína ;)

 

Hevur tú eina stuttliga søgu frá tínari tíð í ÍF Føroyum?

Ja, tað má nokk vera tá Mathias finnur útav í hálvleikinum, at spælarin sum hann hevði dekkað teir seinastu 30min var av hinum slagnum og so sigur ”noy eg tími fanimø ikjø at dekka hann moyr! Norðø í Klaksvík senda vit sovorðnar til Múla og hví heldur tú at bygdin doyði út?”

 

Hvat kundi verið betur í ÍF Føroyum?

At venja kl 21 mánakvøld og kl 20 fríggjakvøld er ikki optimalt, serliga tá tað hevur víst seg, at vera ringt at fáa menn til venjing tá "Medical night" og "Vild med dans" er í sjónvarpinum.