Edith Dahl Olesen

Næsti persónur, ið fær heiðurin at sita á heita beinkinum er straffiskjúttin hjá okkara deiligu kvinnum - Edith Dahl Olesen. Edith hevur verið 'føst fús' í ÍF Føroyar hondbólti, og vit vóna at hon verður at síggja í bláa búnanum í nøkur ár afturat :)

Vit takka Edith fyri prátið og ynskja henni eitt gott hondbóltsár!

 

 

Navn:

Edith Dahl Olesen

 

Fødd:

26 apríl 1987

 

Útbúgving:

Eri studerandi. Lesi Sundhed og Ernæring á Metropol

 

Arbeiði:

Einki arbeiði

 

Forlovað:

Ja, við Trónda Kragesteen. Tit kenna hann. Hann sum altíð er við til ball sjálvt um hann ikki spælir við... ;)

 

Pláss á vøllinum:

Høgri bakkur

 

Lýs teg sum hondbóltsspælara vid 3 orðum:

Ólafur  Stefáns  Son

 

Hvør er besti leikari tú hevur leikt við/ímóti?

Haldi at eg koyri heiðurin á Duritu Christoffersen

 

Hvar ert tú stødd um 3 ár?

Enn á oyrasundi H608! Og enn spæli eg við ÍF Føroyum :)

 

Hvat er eitt romantiskt kvøld fyri teg?

Tað má vera tá eg og Tróndur gera góðan mat og tendra stearinljós við einum eftirfylgjandi filmi og einari skál av bomm :)

 

Hvussu nógvar genstandir (alkohol) inntekur tú um vikuna?

Í hvussu so er ikki meir enn tað viðmælta: Syv genstande om ugen (eg eri ikki sundhed og ernæring ekspert fyri einki)

 

Hvør er stuttligasti leikarin á tínum liði?

Tað er uttan iva Johanna Wolles Andreasen. Hon er alíð klár við einari góðari søgu :D

 

Hvør á tínum liði brúkar mest tíð frammanfyri speglinum?

Uha..... Sovorið avsløðrar man ikki fyri monnunum. Det bliver indenfor skifterummets 4 vægge.

 

Hvør hevur best reyv á tínum liði?

Kari-Ann Petersen – væl trenað ;)

 

Hevur tú eina stuttliga søgu frá tínari tíð í ÍF Føroyum?

Nú havi eg hugsað leingi og havi ikki akkurát eina søgu at fortelja. Tað er mest sovorið innanhýsis, sum ikki ljóðar so stuttligt á pappír. Men bingokvøldið var eitt fantastiskt kvøld og øll tey ballini sum eru í felagnum eru altíð ein succés!

 

Hvat kundi verið betur í ÍF Føroyum?

Umstøðurnar, at vit kundu trena oftari. Annars haldi eg at felagið hevur nakrar eldsálir sum dríva á! Gongur heilt sikkurt tann rætta vegin :)