Rói H. Lamhauge

Vestminingar hava altíð verið gjørdir av nøkrum heilt serligum, og sigast kann bara at næsti leikarin á beinkinum er einki undantak. Rói H. Lamhauge kom til felagið í ár og hevur hann verið ein sera umráðandi partur av okkara verjispæli. Vit takka Róa fyri prátið, ynskja honum góða eydnu við kvalifikatiónsdystunum sum standa fyri framman og vóna at síggja hann og unnustu hansara í felagnum í nógv ár afturat :)

 

 

Navn:

Rói H. Lamhauge

 

Fødd:

13 november 1985

 

Útbúgving:

Eg eri Bachelor of Architectural Technology and Construction Management, ella bara byggifrøðingur. Í løtuni lesi eg til kandidat í Ledelse og informatik.

 

Arbeiði:

Einki arbeiði

 

Forlovaður:

Ja, við Elin Stakksund.

 

Pláss á vøllinum:

Miðverji og strika

 

Lýs teg sum hondbóltsspælara vid 3 orðum:

Eri spælarin við tí góða fótskiftinum, við tí góðu balancuni og við teimum vøkru brúnu beinunu.

 

Hvør er besti leikari tú hevur leikt við/ímóti?

Tað er torført at siga hvør er besti spælarin eg havi spælt saman við,, tí nógvir hava haft sínar góðu eginleikar á sínum plássi. Skal man nevna onkran, so kann mann nokk ikki koma uttan um Inga og Áka Olsen.

 

Hvar ert tú staddur um 3 ár?

Eg vænti at vit framvegis búgva her í Keypmannahavn, og vónandi havi eg fingið eitt hvørt arbeiði innan mítt umráði.

 

Hvat er eitt romantiskt kvøld fyri teg?

Nú er tað ikki ofta longur, at vit sleppa einsamøll út at eta saman, so tey kvøldini, har vit fara út saman setur mann stóran prís uppá.

 

Hvussu nógvar genstandir (alkohol) inntekur tú um vikuna?

Drekki eina bláa Ceres um vikuna.

 

Hvør er stuttligasti leikarin á tínum liði?

Tað er altíð stuttligt tá Ørvur er til staðar, men nú spælir hann ikki á mínum liði. Annars plaga tær bersøgnu viðmerkingarnar hjá Rana at vera stuttligar.

 

Hvør á tínum liði brúkar mest tíð frammanfyri speglinum?

Heilt seriøst, so haldi eg ikki eg havi sæð nakran frammanfyri einum spegli enn.

 

Hvør hevur best reyv á tínum liði?

Uha, síðan Janus er komin við sínum 'aerobic' øvilsum, serliga lunges, hava menn alvorliga fingið stramma dintillin upp, tí er tað serdeilis torført at taka dagar í millum.

 

Hevur tú eina stuttliga søgu frá tínari tíð í ÍF Føroyum?

Noy.

 

Hvat kundi verið betur í ÍF Føroyum?

Trygging av spælaraskaðum ;)