Brian Vang Poulsen

 

Brian Vang Poulsen er hesuferð at hitta á bonkinum hjá felagnum. Brian hevur traðka barndómsskógvarnar í Kyndil, áðrenn hann flutti niður í betongbygdina í 2009. Brian fann hondbóltsskógvarnar fram so so skjótt hann var fluttur niður til Keypmannahavn, har hann nú er á finná á strikuni hjá ÍF Føroyum.

 

Føddur: 28.mai 1986

 

 

Útbúgving/arbeiði: Útbúgvin BA in International Sales & Marketing Management

 

Relationship status?
Upptikin av Nikolinu Eyðbjørnsdóttir a.k.a. Ms.Sunset 2008 ;) Saman eiga vit eina fitta dóttur sum verður 2 ár í dec.

 

 

Lýs teg sum hondbóltsspælara við 3 orðum: uha… Spyr ein annan!

 

 

Hvør er besti leikari tú hevur leikt við?
Ilt at taka dagar ímillum teir mongu góðu á FM-liðnum í 2007 ;) kanska Janus Einar hevur hevur verið ein fyrimynd sum strikuspælari, men eg haldi næstan at Rókur Akralíð skal eiga heiðurin sum besti viðleikari.

 

Hvar ert tú staddur um 3 ár?
Ì Føroyum, og vónandi í Tórshavn…

 

Hvat er eitt romantiskt kvøld fyri teg?
Tað man verða tá man hevur skaffað eina barnagentu, so eg og unnustan kunnu fara út at njóta ein betri bita og eitt gott glas av vín. Er veðrið gott so spasera vit heim hond í hond yvir Langebro í mánalýsinum.

 

Hvat er ein góður kossur?
Vátur, inniligur og bleytur

 

Hvør er stuttligasti leikarin á tínum liði?
Julian plagar at verða tíðindafróður og veit altíð eina góða at fortelja.

 

 

Hvør á tínum liði brúkar mest tíð frammanfyri speglinum?
Nú eru tøzirnar úr Hoyvík fluttir heimaftir, so nú stendur kappingin einamest millum vestmenningarnar.

 

 

Hvør hevur best reyv á tínum liði?
Hanus Johansen!

 

 

Hevur tú eina stuttliga søgu frá tínari tíð í ÍF Føroyum?
Nógvar góðar søgur eru, men altíð er/var stuttligt at spæla ímóti Pan (hondbóltsfelag fyri samkynd) tí har var altíð ”drama”! Men ein fitt og óskyldig hending var eftir ein dyst ímóti Pan. Vit høvdu vunnið stórt, og sótu í skiftingarrúminum og feiraðu sigurin. Tá stingur ein frá mótstøðuliðnum høvdi innum og takkar fyri dystin. Fremstur stóð tann altíð so flotti og væl trimmaði Dánjal Rói í berum undirbuksum, og hann fekk tað longsta ”elevator-blikkið” menn hava sæð. Dánjal Rói visti ikki hvørjum beini hann skuldi standa á ella um hann skuldi gráta ella flenna.

 

 

 

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum og hvat kundi verið betri?
Samanhaldið og tað sosiala er kanska eitt tað besta. At fingið eina venjing hóskvøld hevði verið optimalt! … og kanska leikarabúnin skift lit! Framtíðin er jú grøn… ;)