Sarah Ann Bjarnadóttir Thomsen

Heimasíðan hevur havt vitjan av advokatskrivarinum Sarah Ann, sum eftir eitt stutt vend í smilets by Århus, í 2012 flutti til Keypmannahvanar at lesa løgfrøði á KU.

Tá Sarah Ann ikki spælir hondbólt ella serverar í DGI-Byen arbeiður hon sum stud.jur hjá einum felagi, ið eitur Extenso. Sarah Ann er uppvoksin hjá teimum bláu í Neistanum í Havn, men hevur eisini verið eitt skifti í Runavík, har hon royndi seg í Tjaldrinum. Her í Keypmannahavn eru vit glað um at hon hevur valt tann bláa litin fram aftur, so vit kunnu fáa gleði av Sarah Ann í ÍF Føroyum. Sarah Ann hevur skift plássi á strikuni út við eitt bakk pláss, sum skal sigast at rigga heilt væl.

Vit vilja takka Sarah Ann við práti og ynskja henni eina góða jólaveitslu og framhandaldi gott kappingarár :)

 

Relationship status?
Sera upptikin av mínum deiliga sjeiki gjøgnum seinastu mongu árini, Tummas.

 

Lýs teg sum hondbóltsspælara við 3 orðum:
Huff… Sein, sterk  og so eitt sindur illsint tá sumbingurin kemur í meg.

 

Hvør er besti leikari tú hevur leikt við? Tað er uttan iva Adina Petrea.

 

Besta ÍF Føroyar ball?
Eg havi hoyrt, at tað hava verið nógv fantastisk ball í ÍF Føroyum, men síðan eg byrjaði at spæla, hava tað bert verið tvey ball - Endaballið í síðsta ár og byrjurnarballið í ár. Hesi hava tó bæði verið góð! Nú gleði eg meg til jólaballið, ið uttan iva fer at verða gott. (leggjast skal afturat at Sarah Ann hevur svara spurningunum áðrenn jólaballi)

 

Hvar ert tú stødd/staddur um 3 ár?
Eg búgvi framvegis í okkara deiligu íbúð heeeeilt úti í Hvidovre og eri vónandi í gongd við endaspurtin til at gerast jurist.

 

Hvat er tað besta skoritriksi?
Eg eri ikki serliga køn á hasum økinum, so eg havi tíverri eingin tips til tykkum. Men altso tað kemur nokk ann uppá hvat man ætlar!

 

Hvat er ein góður kossur? Ein, ið fær meg at gloyma alt annað.

 

Hvør er stuttligasti leikarin á tínum liði?
Eg haldi, at Johanna Andreasen er rættiliga stuttlig – hon er altíð so glað og veit oftast eina góða! Annars eru vágsgenturnar stuttligar við teirra ”eksamum” og ”festum” ;)

 

Hvør á tínum liði brúkar mest tíð frammanfyri speglinum?
Hetta er ikki eingongd lygn, men tað er sjálvdan, at nakar stendur frammanfyri speglinum aftaná venjing ella dyst.

 

Hvør hevur best reyv á tínum liði?
Nú hava vit gjørt squat nakrar ferðir til venjing og hevur hetta gjørt, at kappingin er ógvuliga hørð. Eg fari tó at geva vinku míni Kristinu Thomassen henda heiður – so verður hon nakað glað.

 

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum og hvat kundi verið betri?
Tað besta er uttan iva, at man sleppur at venja og spæla dyst við so fittum og dugnaligum gentum hvørja viku!
Eg havi einki keðiligt at siga - eg haldi, at nevdin ger eitt framúr gott arbeiðið, men um eg skal nevna okkurt, ið kundi verið betri, so hevði tað verið einki minni enn fantastiskt at fingið eina venjing hóskvøld ístaðin fyri seint fríggjakvøld.

 

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara um?
Hvør er tín yndis sangur og filmur.