Pól Andreassen

Navn: Pól Andreassen

 

Føddur: 02.09.1986 í Tórshavn town!

 

Útbúgving/arbeiði: Lesi til fólkaskúlalærara á Zahle Seminarium

 

Relationship status? Going steady við Frk Kirstin Johansen, sum hevur hildið meg út  í skjótt 11 ár

 

Nær flutti tú til DK? Septembur 2009

 

Felag í Føroyum? Kyndil (útlegd hjá H71 í tvey kappingarár)

 

Nær byrjaði tú í ÍF Føroyum? Septembur 2009

 

Pláss á vøllinum: Málmaður AKA. vigtigasta plássið á vøllinum :)

 

Lýs teg sum hondbóltsspælara við 3 orðum: Puha, spyr onkran annan. Ringt at siga.

 

Hvør er besti leikari tú hevur leikt við? Uha, tað kundi verið Halgir Dahl Olesen.

 

Besta ÍF Føroyar ball? Seinasta jólaballið (2013) sum Janus Sørensen skipaði fyri. Deiligt at upplivað eitt so væl fyriskipað og gjøgnumført ball. Tað haldi eg allir luttakarirnir kunnu skrivað undir uppá.

Hvar ert tú staddur um 3 ár? Um 3 ár eri eg nokk enn í Keypmannahavn, ávegis til Føroya land

 

Hvat er tað besta skoritriksi? ”bøh”

 

Hvat er ein góður kossur? Tað er ein sum fær meg at gloyma alt rundan um meg

 

Hvør er stuttligasti leikarin á tínum liði? Rani og Rói munnu deila hatta plássið. Teir koma simpulthen við teimum stuttligastu kommentarunum

 

Hvør á tínum liði brúkar mest tíð frammanfyri speglinum? Tað man fara at vera Rúni Joensen. Hann skal líka rætta uppá tað síðsta áðrenn farið verður úr skiftirúminum. PS: Hann er eisini tann best klæddi

 

Hvør hevur best reyv á tínum liði? Janus Sørensen!! Ongin ivi. Eg ynski mær eina sovariga dunnureyv

 

Hevur tú eina stuttliga søgu frá tínari tíð í ÍF Føroyum? Hendingin hevur verið uppi og vent einaferð áður, men hon fær altíð eitt smíl fram. Vit vóru á veg til dyst, og skuldu saman við nógvum øðrum finna okkum eitt pláss í bussinum. Longsti maðurin á liðinum er um at ganga av verðini, tí so nógv fólk eru í bussinum. Hann fer í panikk og setur seg niður á fyrsta og besta stað, fyri at vera skumpaður upp aftur. Tá hevði hann sett seg á eina heldur illbrynta afrikanska damu, sum ikki dámdi at næna Róa Lamhauge, og hansara spísku reyv!!

 

 

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum og hvat kundi verið betri? ÍF Føroyar hevur enn sera gott samanhald, sum eg eisini eri glaður fyri. Dugi ikki at seta fingurin á hvat kundi verið betri. Havi mangan bannað inná venjingartíðina fríggjavkøld, men tað er so tað

 

Sarah Ann, sum sæt seinast á bonkinum spyr: Hvat er tín yndis sangur og filmur? Er hetta ”mine venner” bókin? Havi ongan ávísan yndis sang, og havi sæð nógvar góðar filmar. Men um eg skal nevna ein, kundi tað verið ”Shawshank Redemption”

 

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara um? ”Hvat heldur tú um, at børn hjá leikarum koma við á liðmyndir í ny og næ??”

Heimasíðan takkar Pól fyri práti og ynskir honum framhaldandi gott kappingarár.