Jenný J. Kragesteen

Navn: Jenný Jónsdóttir Kragesteen


Fødd: 30.09.1993


Útbúgving/arbeiði? Filosofi lesandi


Parlagsstøða? Støk


Nær flutti tú til DK? August 2014


Felag í Føroyum? Neistin


Nær byrjaði tú í ÍF Føroyum? Septembur 2014


Pláss á vøllinum? Strika


Lýs teg sum hondbóltspælara við 3 orðum: Fleksibul, tolin og glað.


Hvør er besti leikari tú hevur leikt við? Eg havi leikt við nógvum góðum leikarum, men Bára Hansen dugir okkurt serligt.


Hvør er besti leikari tú hevur leikt ímóti? Eg havi altíð havt teir góðu leikarirnir á mínum egna liði.


Hvør er stuttligast leikarin á tínum liði? Vár Gregersen


Hvør á liðnum brúkar mest tíð frammanfyri speglinum? Eg havi varhuga av, at Henný dámar væl at sníkja seg framman fyri spegilin.


Hevur tú eina stuttliga søgu frá tínari tíð í ÍF Føroyum? Eg haldi ikki, at eg eri tann rætta at fortelja hana, so eg sendi hana víðari til næsta leikaran á beinkinum.


Hvar ert tú stødd um 3 ár? Mær dámar best at hava allar møguleikar opnar, men eg veit í hvussu er, at eg skal ein túr út í rúmdina, so tað er kanska har eg eri stødd um 3 ár J