Kristoffur Kristoffersen

 

 

Navn: Kristoffur Kristoffersen


Føddur: 20.10.1991


Útbúgving/arbeiði? Københavns Universitet, Jura


Parlagsstøða? Stakur


Nær flutti tú til DK? August 2012


Felag í Føroyum? Kyndil


Nær byrjaði tú í ÍF Føroyum? Januar 2013


Pláss á vøllinum? Høgri vongur


Lýs teg sum hondbóltspælara við 3 orðum: Væl fyri tekniskt, skjótur og róligur.


Hvør er besti leikari tú hevur leikt við? Eg havi leikt saman við nógvum góðum leikarum. Teir bestu eru kanska Høgni Klein og Janus Einar Sørensen í 2009. Høgni hevði eitt serstakt yvirblikk og Janus Einar brendi sera sjáldan.


Hvør er besti leikari tú hevur leikt ímóti? Tað má vera Ingi Olsen. Ein leikari, sum gjørdi allar sínar viðleikarar betri og sum sjálvur hevði ró og yvirblikk sum fáur.


Hvør er stuttligast leikarin á tínum liði? Allir eru stuttligir uppá hvør sín máta, men um eg skal nevna nøkur nøvn, so haldi eg at Rókur og Rani eru í toppinum.


Hvør á liðnum brúkar mest tíð frammanfyri speglinum? Eftir at Rósing Rasmussen er farin til Noregs hevur Fitness-beiggi hansara Rókur ”Jon Snow” Akralíð tikið yvir.


Hevur tú eina stuttliga søgu frá tínari tíð í ÍF Føroyum? Spyr Róa um Pingo.


Hvar ert tú staddur um 3 ár? Um 3 ár eri eg vónandi settur í starv í Keypmannahavn og spæli við ÍF Føroyum.