Eli Gærdum

Ársins fyrsti leikari á bonkinum er fryntligi strandingurin Eli Gærdum, sum flutti niður í summar at spæla við ÍF Føroyum og lesa kandidat á CBS við síðunar av.

Navn: Eli Gærdum

Aldur: 25 ung ár

Útbúgving: Lesi Cand.merc.aud á CBS

Felag í Føroyum: StÍF

Pláss á vøllinum: Málmaður

Lýs styrki sína sum hondbóltsleikara við tveimum orðum: Passaliga svakur :)

Hvør er besti leikari tú hevur spælt ímóti? Sveinur Justinussen

Hvør er besti leikari tú hevur spælt við? Sveinur Justinussen

Hvar sært tú teg sjálvan um 5 ár? Liðugur við útbúgvingina og í arbeiði, men júst hvar, er óvist enn

Vit ynskja Eli góða eydnu við fyrsta kappingarárinum við ÍF Føroyum.