Høgni Olafsson

 

Leikarin á bonkinum er endiliga aftur eftir ein heldur langan steðg. Leikarin á bonkinum hesaferð er stoltur hoyvíkingur og maðurin í miðjuni í verjuni á 1. liðnum. Talan er sjálvandi um Høgna Olafsson. Høgni er eftirhondini eitt sindur av einum veterani í ÍF Føroyum, har hann hevur leikt í skjótt 5 ár. Eins og á hondbóltsvøllinum leggur Høgni ikki fingrar ímillum tá hann sigur sína meining, og hann er ikki bangin fyri at prika eitt sindur og koma við einari speiskari viðmerking tá høvi býðst; og eisini onkuntíð tá tað ikki ger. Nógv kann sigast um hendan eitt sindur skálkaliga jassin, men vit lata hann sjálvan eiga restina av orðunum:

 

Navn?

Høgni Olafsson

 

Aldur?

26 ár

 

Útbúgving?

Kandidat í fólkalívsfrøði (skrivi speciale)

 

Felag í Føroyum?

H71

 

Nær byrjaði tú í ÍF Føroyum?

Januar 2015

 

Pláss á vøllinum?

Degraderaður, ella lat okkum kalla tað pensioneraður vinstri bakkur. So nú spæli eg á strikuni og í miðverjuni.

 

Lýs teg sjálvan við trimum orðum?

Hampuliga fínur fýrur.

 

Hvør er stuttligast á liðnum?

Rógvi Reinert og Torstein Balle. Teir eru forbannað festligir! Tí eina flennir man við og hinum flennir man eftir... So mugu teir sjálvir sleppa at avgera hvør er hvør.

 

Hvør hevur best reyv á liðnum?

Reyvirnar eru vesnaðar/minkaðar nakað eftir at gamla ÍF Føroyar gardan vendi nøsina heimeftir, so tann heiðurin fellur allarhelst til aldursforsetan Leif Hákun Jacobsen. Men hann hevur eisini eina heilt forbanna góða reyv.

 

Hvør leikari brúkar mest tíð frammanfyri speglinum?

Rasmus Müller, uttan iva. Honum bíðar man altíð eftir.

 

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Tað man vera øll tey góðu fólkini, øll tey góðu ballini, øll tey góðu vinarbondini man hevur knýtt, tær góðu venjingarnar, teir góðu venjararnir, tann góða nevndin og ikki minst tann sera týdningarmikla óofficiella nevndin. Alt er best við ÍF Føroyum :))

 

Hvar sært tú teg sjálvan um 3 ár?

Tá eri eg allarhelst í heimbygdini eystanfyri ánna.