2. lið vann trygt

Su KFUM - ÍF Føroyar 24-37

2. manslið spældi sunnudagin móti su KFUM og vunnu sanførandi við 13 málum. Málmenninir høvdu givið avboð til dystin, so Trygvi Askham sum annars hevur verið stórspælandi á bakkinum fór í málið. Fyrstu løtuna gekk javnt á. Tað var ikki trupult at fáa mál, men harftur í móti gekk heldur strilti at verja fyri og tað tók Trygva í málinum eina løtu at spæla seg heitan. Miskeiðis í fyrra hálvleiki var støðan 8-8, men so skrædnaði. Trygvi byrjaði at bjarga og var skjótur at senda bóltarnar fram í mótálop. Kontramaskinan Øssur Dalbúð gjørdist toppskútti við 8 málum og Trygvi Askam í Málinum gjørdist dagsins leikari.

2. manslið er enn ósigrað, og liggur á odda í sínum bólki við 15 stigum efir 8 leikumfør. Stórt rós til Áka V. Poulsen, sum hóast hundasjúku tók eitt tørn fyri liðið ;)