1. lið á ovastu rók

ÍF Føroyar - Amager SK

 

Eftir at hava tapt fyrsta dystin í kappingarárinum og leikt ein heldur óhepnan javnleik á útivølli mitt í kappingarárinum, so er besta mansliðið hjá ÍF Føroyar hondbólti veruliga komið fyri seg. Seinasta vikuskiftið vunnu vit 33-25 í heimadystinum móti Amager SK, og var hetta okkara 3. sigur upp í slag. Hetta merkir eisini at vit nú liggja ovast í okkara bólki!

 

Vit byrjaðu dystin móti Amager SK eitt sindur ósikkurt, men komu skjótt fyri okkum og uppbygdu spakuliga eina trygga leiðslu. Dysturin var ikki ein av okkara bestu, men Amager SK mennirnir vóru ikki góðir nokk til at straffa okkara feilir. Pól Andreassen stóð ein super dyst í málinum og gjørdist eisini dagsins leikari. Tá alt kom til alt, so var sigurin hjá okkum ongantíð ordiliga í vanda, og vit kundu tí taka okkum av løttum síðstu løtuna í dystinum.

 

Sum nú er, spælir besta mansliðið í seriu 1, og málið fyri í ár er at rykkja upp í kvalifikatiónsrekkjuna. Enn er kappingin ikki hálvrunnin, men sum tað sær út beint nú so er góður møguleiki fyri at røkka hesum máli. Tveir dystir eru eftir av hesi hálvuni, og teir vera leiktir í komandi viku. Fyrsti dysturin verður ímóti Gladsaxe, sum liggur á einum 2. pássi við einum stigi minni enn ÍF Føroyar, so tað verður ein toppuppgerð, sum helst skal vinnast um málið um upprykking skal blíva veruleiki.

 

Koyr á ÍF Føroyar!

 

Málskorarar

Esbern (7), Hjalti (6), Rani (4), Jóhan (4), Jákup (4), Helgi (2), Heini (2), Brian (2), Hanus (2)

 

Eik stuðlar 1.liði