Kvinnurnar koppaðu oddaliðinum

ÍF Føroyar – Amager SK 22-21 (10-13)

 

Lagt var upp til ein spennandi dyst, har slaturin hevði ljóða uppá at oddaliði Amager SK hevði sæð fram til at møta okkara føroysku kvinnum.

Okkara kvinnur byrjaðu væl og løgdu seg á odda 1-0 og 2-1, men so fóru kvinnurnar frá Amager SK í gongd, men okkara kvinnur kláraðu at hanga í allan dystin, har kvinnurnar frá Amager vóru frammanfyri við 2 og til tíðir upp í 4 mál. Men Amager damurnar komu ongantíð heilt leysar av teimum føroysku, hetta takka var ein heilt ótrúliga góð verja hjá teimum føroysku. Hálvleiksstøðan var 10-13 til Amager SK.

Seinni hálvleikur var sum fyrri merktur av at tær føroysku kvinnurnar høvdu eina sera stinna verju, har tað var sera ringt at koma ígjøgnum hjá Amager damunum. Tað var eisini sera stuttligt at síggja tær føroysku kvinnurnar kempa so væl og spæla væl saman, har tær til tíðir fingu runni verjuna hjá Amager ”helt rundtosset.”

Tað var stórur dramatikkur tá tað var minni enn 2 min. eftir at spæla og støðan er 20-21 til Amager SK. Amager kvinnurnar koma fram í álop og kunna sjálvar avgera dystin. Alt gongur uppí eina hægri eind tá Amager kvinnurnar fáa straffikast, og fáa kjansin at økja málleiðsluna til 2 mál. Tær hava higartil fingið 4 straffi í dystinum og skora øll sera trygt. Sama daman verður sett at skjóta, men Kristina ger ikki mætari enn at bjarga góða skotinum.

ÍF føroyar kvinnurnar fara tøtlandi fram í álop, har tað endar við at ein kvinna frá Amager SK sær seg noyddan at brúka neyðbremsuna og hetta kostar 2 min. út og straffi til okkara kvinnur. Edith verður sett at skjóta og hon ger ikki mætari enn at skora til støðuna 21-21, og nú ræður um at halda fast, so vit fáa javnleikin heim.

Amager kvinnurnar fáa nú enn ein kjans at avgera dystin til sín fyrimun, men tær velja at royna seg við einum skoti, sum verður bjarga, soleiðis at okkara kvinnur náa enn eitt álop, hesuferð verður Svava álopin aftanfrá og frammanfrá, so dómarin hevði einki annað væl enn at peika á straffi plettin, samstundis sum tíðin rennur út. Hetta fekk so mikið av øði í tann kvinnuliga venjarin hjá Amager, at hon var skjót inn á vøllin, hvat hon vildi siga søgurnar einki um.

Edith tekur bóltin í favn og tað letur úr henni ”hetta klári eg, einki press.” Og mín sann! Bólturin endar í málinum máltalvan vísir 22-21 til okkara kvinnur.

Rómurin var øgiligur eftir dystin. Um okkara kvinnur taka hendan góða geistin og spæli við sær víðari, sær tað bara heilt spennandi út.

J&K Petersen stuðlar kvinnunum.