Kvinnurnar vunnu aftur

ÍF Føroyar- Ajax København 35-19 (19-12)

Sunnudagin brustu okkara gentur saman við Ajax København, ið liggur i niðara endanum á stigatalvuni. Sum tað altíð er við tílíkum dystum, var tað eisini avgerandi fyri okkum at vinna hendan dystin, um vit enn vildu kappast har tað er stuttligt. Og tað vóru eisini vit, ið lógu omaná frá dystarbyrjan. Álopini koyrdu væl við varieraðum kombinatiónum, ímeðan verjan ikki fekk tað at hanga saman, sum vit annars høvdu viljað, og tær fingu nøkur mál ov nógv. Hálvleikstødan var 19-12.

Í seinna hálvleiki vendist gongdin í verjuni, og megnaði Ajax København tá einans at skora 7 mál í seinnu 30 minuttunum. Tá ið avtornaði høvdu vit næstan tvífalt so nógv mál sum Ajax København og gjørdist endaliga støðan 35-19, sum tó ikki var ov lítið.