2. lið hevur fingið góða byrjan

Fredensborg – ÍF Føroyar    19-30

Í gjár var 2. manslið á útferð í Fredensborg. Býurin, sum er mest kendur sum royala høvuðsæti í norðursælandi, vísti gestablídni tá vit tóku bæði stigini við suður á Amager.

Fyrr á degnum kom avboð frá Ørvi, so mátti Trygvi taka tørnið í málinum. Jóhan Petur forsvav seg til dystin, vit vóru bara 7 mans og høvdu tískil ongar útskiftarar. Mótstøðumennirnir úr Fredensborg høvdu harafturímóti 11 ungar menn um 19 ára aldur á dómaraseðlinum, so vit vóru eitt sindur bangnir fyri at teir skuldu renna okkum um koll. Men tað vísti seg skjótt at, sjálvt um teir gjarna vildu spæla skjótan hondbólt, so kláraði teir sjálvir ikki at fylgja við og gjørdu nógvar feilir, sum vit revsaðu teir fyri. Verjan hjá okkum stóð ein branddyst og við Trygva sum aftasta skansa, var grundin løgd til ein tryggan ÍF Føroyar sigur. Støðan í hálvleikinum var 13-7 og hvørja ferð teir fingu eitt mál fingu vit tvey. So dysturin var ongantíð ordiliga spennandi. Men hóast alt var tað ein stuttligur dystur at spæla og intensiteturin helt sær næstan allan vegin.

Uttan at dysturin var hart leiktur komu óvanliga nógvar útvísingar í dystinum. Dómarin, sum ikki var av mest prátingarsomu monnum, tyktiskt hava sett sær fyri at allar taklingar skuldu revsast við útvísing. Nevnast kann at vit í hálvleikinum gjørdu eina broyting í verjuni, so at Jens, sum hevði fingið tvær útvísingar í fyrra hálvleiki kom út á vongin, og Djóni kom inn mitt í verjuna. Men eftir 5 og ein hálvan minnut av seinnahalvleik hevði Djóni longu brúkt 4 minuttir á bonkinum. Dysturin endaði eisini við einum beinleiðis reyðum korti, tá Jens, sum var farin í mótálop, fekk eitt ordans skump í ryggin. Hann kom tíbetur ikki til skaðis :)

Trygvi eigur heiðurin sum dagsins maður. Umframt brotskøst og fríleyparar pilkaði hann til tíðir mótsøðuliðið niður.

 

Fyrsti dysturin í ár endaði við  javnleiki og eftir dystin segði Heini Kristiansen í stuttari viðmerking eftir dystin m.a.

“31 – 31 gjørdist úrslitið í útidystinum móti Birkerød, og tað vóru vit argir um. Vit høvdu nevniliga verið framman fyri allan dystin, og einaferð í seinna hálvleiki var munurin heili sjey mál. Spakuliga minkaðu Birkerød tó um munin. Vit tóktust ikki at varnast vandan og kannaðu okkum helst sigurin ov tíðliga.”

Men eftir hetta hava vit vunnið tveir dystin og liggja nú fremst í bólkinum við 5 stigum

Trygd stuðlar 2. mansliði