Enn ein sigur til 1. lið


1.lið hjá ÍF Føroyum spældi hóskvøldi útidyst ímóti Tårnby HK, sum undan dystinum lá á aftasta plássi við bert tveimun stigum.

Vit byrjaðu dystin heldur varisliga, og tøktist tað sum um menn ikki vóru heilt tendraðir og klárir til uppgávuna. Tekniskir feilir og nógvir brendir kjansir frá okkara síðu førdi til, at fyrri hálvleikur bleiv heldur javnur. Vit megnaðu tó at koma til hálvleiks við einari 2 máls leiðslu, har máltalvan vísti 11-13.

Í byrjanini av seinna hálvleiki komu vit skjótt nøkur mál frammum Tårnby HK, og alt bendi á ein sigur til okkara menn. Tíverri fóru vit niður í gear, og tá 3 minuttir vóru eftir av dystinum var munurin bert 2 mál og lagt var upp til nakrar spennandi síðstu minuttir. Tårnby HK hevði álop, men onkursvegna kláraði Hjalti at fiska bóltin á miðjuni og fekk hann sett bóltin í netið aftanfyri Tårnby málverjan. Hetta førdi til ein sigur uppá 24-21 til ÍF Føroyar.

Rani Ellingsgaard bleiv dagsins maður eftir ein góðan insats við 6 málum.

Eik stuðlar 1. liði