Kom og stuðla 1. mansliðnum í Sundbyhøllini í morgin kl. 19.00

 

Í morgin (fríggjadagin 8. feb.) skal 1.liðið hjá okkum aftur í eldin. Seinasti dysturin hjá 1.liðnum bleiv vunnin uttan dyst, tá úti-liðið ikki møtti upp. Hesuferð er tað Team Arresø, sum kemur á vitjan. Arresø mennirnir liggja nummar 6 við 13 stigum, meðan vit liggja nummar 2 við 6 stigum fleiri. Um dreymurin hjá okkum um at flyta upp skal gerast til veruleika, so er einki annað enn ein sigur gott nokk.

Dysturin verður leiktur kl. 19.00 í Sundbyhallen (Englandsvej 61, 2300 KBH S). Øll eru meir enn vælkomin ein lítlan túr forbí at stuðla okkara monnum. Koyr á ÍF Føroyar.

Eik stuðlar 1.liði.