Kvinnurnar vunnu stórt

ÍF Føroyar - Freja HK 33 - 18 (15-9)

Kvinnurnar høvdu í dag vitjan av Freja, sum liggur næst niðast á stigatalvuni. Tær føroysku kvinnurnar høvdu ikki vunnið ein dyst í 2013, tí var lagt upp til ein spennandi dyst aftaná eina góða viku, har uppmøtingin til venjing hevur verið heilt góð.

Tað sást beinanvegin at okkara kvinnur vóru nógv meir uppsettar og betri fyri enn gestirnir. Tær føroysku løgdu hart út og fingu eisini gongd á skjótálopini frá byrjan av. Hetta og ein sterk verja gjørdi sítt til at hálvleiksstøðan var 15-9 til tær føroysku.

Kvinnurnar byrjaðu seinna hálvleik har tær sleptu fyrra. Til tíðir sást sera gott gjøgnumspæl. Sigurin var sostatt ongantíð í vanda og stuttligt var at síggja allar fáa spælitíð, og entá at Kristina slapp á máltalvuna við at taka straffikast ímóti endanum. Endiliga kom so fyrsti sigurin í tí nýggja árinum í hús.

J&K Petersen liðið var kvinnað soleiðis í dag: Edith, Elin, Kristina S., Helena, Svava, Turið, Tordis, Jóhanna, Ásgerð og Kristina T.