Uttan at sveitta

 

1.lið hjá monnunum var aftur í eldinum sunnudagain ímóti Sirius-Græsted, og her gjørdist talan um ein heldur lættan dyst. Frá fyrsta brýksli sást, at stórur munur var á liðunum. Longu aftaná 10-15 min høvdu mennirnir hjá okkum lagt seg á odda við eini 5 málum. Gongdin helt sær ígjøgnum allan fyrra hálvleik og tá dómarin brúkslaði til steðg, var leiðslan komin uppá 10 mál.

Í seinna hálvleiki gjørdist dysturin nakað rótutur og tað flotta spælið, sum 1.liðs mennirnir eru so kendir fyri, var til tíðir ringt at síggja. Sigurin var tó ongantíð í vanda og tá tíðin var farin høvdu vit vunnið við 12 málum. Støðan bleiv 39-27 til ÍF Føroyar.

Nevnast kann at Gladsaxe, sum liggur nummar eitt í deildini tapti sín dyst. Hetta merkir at 1.lið nú sjálvt hevur møguleikan at avgera um vit rykkja beinleiðis upp. Tað krevur tó at vit vinna teir tríggjar dystirnar, sum eru eftir av kappingárinum. Liðini sum vit skulu møta eru Amager SK, Team Arresø og Gladsaxe, ið liggja ávíkavist nummar 5, 4 og 1. Talan verður sostatt um nakrar spennandi og avgerandi dystir nú ímóti endanum av kappingini fyri okkara 1.lið.

Dagsins leikari gjørdist Rani Ellingsgaard við 3 atkvøðum. Vit ynskja nýklækta pápanum hjá ÍF Føroyar hondbólti tillukku við titlunum :)

Eik stuðlar 1.liði