Aðalfundur felagsins

Aðalfundur 2013

 

Aðalfundur hjá ÍF Føroyum, sum telur allar deildir felagsins verður mikudagin 6. mars klokkan 18 í Veitsluhølinum á Øresundskolleginum.


Á fundinum verður millum annað roknskapur felagsins framlagdur og limagjald verður fastlagt fyri kappingarárið 2013/2014.

 

Hondbóltsnevndin telur í dag 5 limir, og sær soleiðis út: Helgi Justinussen, Hjalti Mohr Jacobsen, Djóni Højgaard, Kristina D. Simonsen og Áki Vang Poulsen. Og greitt er at hesi ætla at halda áfram komandi ár.

 

 

Skráin fyri aðalfundin sær soleiðis út:

1) Val av fundarstjóra og skrivara.

2) Ársfrágreiðing formannsins.

3) Framløga av roknskapi.

4) Ásetan av limagjaldi.

5) Val av aðalnevnd og nevndum.

6) Ymiskt.