J&K Maskinurnar farnar í gongd!

Damsø/Mariendal - ÍF Føroyar kvinnur 14 - 37 (5-19)

Kvinnurnar leiktu í gjár á útivølli ímóti Damsø/Mariendal. Damsø kvinnurnar hevði 1 stig færri enn ÍF Føroyar kvinnurnar, tí var umráðandi at tær føroysku komu heim aftur við einum sigri.

Hetta skuldi beinanvegin vísa seg at blíva ein sera løtt uppgáva, alt riggaði hjá okkara kvinnunum og Damsø kvinnurnar høvdu ikki nógv at bjóða uppá. Hálvleiksstøðan var heili 5-19 til okkara kvinnur.

Í seinna hálvleiki vóru okkara kvinnur samdar um at henda góða gongdin skuldi halda áfram og tað sást eisini. Sera stuttligt at síggja, at tær føroysku allan dystin arbeiddu væl í verjuni og í álopsspælinum skoraðu uppá allar kjansir tær fingu, hetta var við til at gera dystin sera súran fyri Damsø kvinnurnar, sum blivu meir og meir frustreraðar.

2 stórsigrar á rað, og kvinnurnar skulu longu í eldin aftur hósdagin tá tær skula leika ímóti Amager SK, sum liggur á einum greiðum 1. plássi við 12 stigum fleiri enn tær føroysku. Hóast tann stóra munin á stigatalvuni kann hetta gerast ein spennandi dystur um okkara kvinnur spæla upp til teirra besta, tí tær føroysku eru tað einasta liði í deildini í 15 dystum, sum hevur vunni ímóti Amager SK í hesum kappingarárinum.

J&K Petersen liði var mannað soleiðis: Kristina S., Birita, Edith, Turið, Jóhanna, Tordis, Ásgerð, Kristina T. og Svava.

Kvinnurnar vóna at síggja fleiri áskoðarar til ein spennandi dyst hósdagin kl. 18 í Sundbyøster Hallen, Parmagade 8.