1. lið beina kós ímóti uppflyting

 

Leygardagin spældi 1. Liðið  hjá monnunum aftur dyst. Hesaferð var mótstøðuliðið Amager SK, sum seinasta vikuskifti leyp hvøkk á øll, ogvann móti oddaliðnum úr Gladsaxe.

ÍF Føroyar byrjaði ikki væl og vóru aftanfyri í byrjanini av dystinum, men tá verjan broyttist til at vera meira ágangandi kom betur skil á og ÍF Føroyar var frammanfyri við einum málið í hálvleikinum.

Aftaná steðgin gekk aftur illa, og broyttist hettar ikki fyrr enn verjan aftur fór í ta sokallaðu 6-0 formatiónina. Spælið bleiv betur, og komin nakað inn í seinna hálvleik kom ÍF Føroyar frammum aftur.

Dysturin var kanska serliga merktur av at dómararnir ikki vóru í serliga góðum lag hendan dagin, og hevði hettar eisini við sær nógvar útvísingar. Serliga gekk hettar hart út yvir Amager SK, sum fekk ein man vístan av vøllinum við reyum korti. Spælið gekk ikki serliga hart fyri seg, og var tað heldur kjaftaslit sum var orsøkin til mongu útvísingarnar.

Móti dystarenda vóru frustratiónirnar hjá Amager SK monnunum nógvar og ÍF Føroyar spældi ofta ein mann í yvirtal. Hettar hevði eisini við sær at ÍF Føroyar til seinast kundu spæla seg fram til eina trygga leiðslu á 4 mál. Dysturin endaði 20-24 til ÍF Føroyar.

Gladsaxe misti aftur hettar vikuskiftið stig, tá teir spældu javnt móti USG. Spenningurin er tí enn størri áðrenn seinastu dystirnar. Tað skal tó viðmerkjast at tveir dystir eru eftir í ár og at ÍF Føroyar ikki skal tapa móti Team Arresø samstundis sum ein sigur móti Gladsaxe er eitt krav, um vit altso skulu rykkja beinleiðis upp.

Næsti dystur hjá 1.liðnum er á útivølli 17. mars míti Team Arresø.

Eik stuðlar 1.liðnum.