3. dystur uppá 1 viku, eitt reytt kort og enn eitt tap

Sunnudagur 10. Mars 2013: VHC/Vidar – ÍF Føroyar 20-18 (8-8)

Kvinnurnar møttu VHC/Vidar sum liggja á einum 2. plássi við heili 9 stigum fleiri enn okkara kvinnur. Hetta gjørdist ein tættur dystur, men tó høvdu VHC kvinnurnar munin næstan allan seinna hálvleik, aftaná at tær føroysku høvdu havt munin í fyrra.

Tær føroysku vildu tó ongantíð sleppa VHC og ímóti endanum gjørdist veruligur spenningur í høllini  tá tær føroyku vóru um reppi at fanga VHC aftur. Hetta endaði tó við at VHC sloppu heldur lætt framat at økja munin upp í 2 mál í tí síðsta sekundinum, sera keðiligt, men soleiðis kann tað enda tá man satsar alt ímóti endanum, við eini roynd uppá at fanga VHC aftur.

Nú hava kvinnurnar frí í eina viku og næstseinasti dystur verður sunnudagin 17. mars á útivølli í Valby Hallen ímóti Ajax København, sum liggur næst niðast við 6 stigum færri enn tær føroysku. So tá er einki annað enn ein sigur nøktandi.

Hesar spældu við: Kristina S., Svava, Elin, Birita, Gunnvá, Tordis, Sarah Ann, Kristina T., Ásgerð og Hanna.

J&K Petersen stuðlar kvinnunum.