Aðalfundur felagsins

Mikudagin 6. mars var aðalfundur hjá ÍF Føroyum. Her kemur ein lítil frágreiðing um hvat fór fram.

Heitasta evni á fundinum var, at øll reglugerðin fyri ÍF Føroyar skuldi hava eina andlitslyfting. Fyri stutt at greiða frá hvussu hetta sær út nú, kann sigast, at ÍF Føroyar er eitt felag sum hevur eina aðalnevnd, sum er mannað av formonnunum úr teimum trimum ítróttargreinumum, sum ÍF Føroyar hevur. Hesar eru fótbóltur, hondbóltur og fimleikur og eru soleiðis undirdeildir hjá ÍF Føroyar og hava tær hvør sína nevnd, sum virka hvør sær.

Hondbóltsnevndin var skipa við Helga Justinussen, sum formanni, Hjalti Mohr Jacobsen sum kassameistara, Djóni Højgaard er skrivari og nevndarlimir eru Kristina D. Simonsen og Áki Vang Poulsen.

Formaðurin Helgi slapp eisini at halda eina lítla røðu um hvussu árið hevur gingið higartil og hvat framtíðarætlanirnar eru.

Turið Nattestad, fimleikaforkvinna, Helgi Justinussen, hondbóltsformaður, og Ingibjørn Johannesen, fyrrverandi fótbóltsformaður.


Roknskapurin var framlagdur og tað sær út til at hondbólturin hjá ÍF Føroyum endiliga kann koma út við einum positivum talið á botnlinjuni, sum er sera jaligt tá hugsa verður um at árið byrjaði sera tungt, við einum minus á yvir 20.000 kr., sum komst av eini bót, tí leikaraloyvini ikki vóru í ordan. Hetta er nú fingið í rætt lag og samstundis er ein nevnd er vald, sum skal taka sær av tí praktiska rundan um hondbóltsfelagi.

Hondbólturin hevur eisini fingið sera stóra hjálp frá stuðlum, ið eru við til at halda lív í felagnum. Umframt at skipa varð fyri bingo í heyst, sum eydnaðist sera væl.

Alt í alt sær framtíðin hjá útisetahondbóltsliðnum sera bjørt út.

Ikki færri enn 20 limir vóru á aðalfundinum, sum vardi hálvanannan tíma og varð hildin í veitsluhølunum á Øresundskollegiinum.

Myndir: Rólant Waag Dam.