Sunnudagssigur til kvinnurnar

Ajax København – ÍF Føroyar 21 – 25 (7-12)

Kvinnurnar vóru skræddar upp í morgun, fyri at spæla útidyst í Valby ímóti Ajax København mitt í kirkjutíð. Um hetta var grundin ella ei veit eingin at siga, men tað vóru sera nógv avboð til dystin í dag, men kvinna kemur í kvinnu stað og tær 9, sum møttu upp gjørdu tað til UG.

Í fyrra hálvleiki gekk alt uppá stás og kvinnurnar gjørdu sína skyldu og førdu eisini við 5 málum í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur byrjaði eisini væl og okkara kvinnur hildu fram við tí góða spælinum, og komu framum við heili 8 málum eina løtu. MEN hetta hóðaði ikki einasta manninum á vøllinum, sum stóð við allari maktini, og tískil tók hann sær eina drúgva kaffipausu. Um tað var forkølilsi ella okkurt annað er ilt at siga, men hann noktaði at blæsa í floytuna.

Hetta fekk øði í tær føroysku kvinnurnar, sum ikki vildu finna seg í einum og hvørjum og onkur valdi eisini at geva dómarinum nøkur borgarlig orð á vegnum, men hetta tóktisk bara at dáma honum sera væl. Ajax kvinnurnar vóru við at fanga tær føroysku aftur hesa løtuna, tá tær kundu gera alt sum teimum lysti tí tær fingu allar dømingar í teirra lut. Hesa løtuna vóru nakrar av teimum føroysku leikarunum farnar at kannað um tær vóru við í  “Rent fup.”

Eftir at útskiftarirnir kunnaðu restina av liðinum um at hetta var 4-real og her var einki “rent fup,” hendi tað ótrúliga at Gunnvá bleiv jarløgd og fekk eitt straffikast, sum Edith enn einaferð hamraði trygt inn í kassan, so var vend komin í! Og okkara kvinnur koyrdu tað sikkurt heim.

Út aftur í kuldan og leiðin var sett beina kós ímóti Amager við 2 stigum í bagaguni, slettis ikki so galið!

Liði í dag: Kristina S., Svava, Ásgerð, Sarah Ann, Gunnvá, Tordis, Edith, Birita og Elin.

J&K Petersen stuðlar kvinnunum.

Seinasti dystur hjá kvinnunum hetta kappingarárið verður sunnudagin kl. 13, á heimavølli ímóti VSH 2002, sum liggur á einum 3. plássið við 7 stigum fleiri enn okkara kvinnur.