1. lið vann og er bert 2 stig frá upprykking!

1. lið hjá monnunum leikti sunnudagin ímóti Team Arresø. Ein sigur var eitt krav og okkara menn vóru fult uppsettir, áðrenn trakað var inn á vøllin. Teir fyrstu minuttirnar, stóð verjan ikki heilt optimalt og Team Arresø kom til nøkur løtt mál. Tað var tó ikki leingi, til vit tóku fast í verjuni og Pól byrjaði at taka nakrar bóltar. Hetta gav møguleika til nógv skjótálop, og við tveimum sera væl uppløgdum vengrum, fóru vit frá mótstøðuliðinum. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna dystin. Dysturin endaði 28-41 til okkara menn. Alt í alt ein sera góður insatsur frá øllum leikarum. Dagsins lekari gjørdist enn einaferð Rani ”Der luftwaffe” Ellingsgaard við 10 málum og 6 atkvøðum.

Top-dystur er komandi sunnudag í Sundbyhallerne. Okkara menn møta Gladsaxe, sum eins og ÍF Føroyar hava 27 stig. Hetta er síðsti dystur í kappingarárinum og hann skal vinnast um okkara menn skulu rykkja beinleiðis upp. Dysturin byrjar kl. 14.15 og sjálvandi hevði tað verið fantastiskt, um allir okkara fjepparir høvdu komið at stulað okkara monnum til hesa finaluna. Kvinnuliðið hjá okkum spælir beint áðrenn og 2.lið beint aftaná okkara dyst. Adressan er Englandsvej 61. Koyr á ÍF Føroyar!

Eik stuðlar 1.liði