Kom og stuða ÍF Føroyar hondbólti!

Sunnudagin verður seinasta leikumfar í hesum kappingarárinum. Øll trý liðini hjá ÍF Føroyar hondbólti skulu spæla hendan dagin á okkara heimavølli í Sundbyhallen. Av tí sama so vilja vit gjarna bjóða øllum okkara limun og viðhaldsfólki framvið at stuðla og annars bara vera við til eitt hugnaligt og spennandi leikumfar.

 

Kvinnurnar vera verandi eitt ár afturat í seriu 2, meðan 2.manslið longu undan síðsta leikumfari hevur tryggjað sær rætt til at rykkja upp í seriu 2 komandi ár. Harafturímóti er einki avgjørt í seriu 1, har besta mansliðið hjá felagnum heldur til. Besta mansliðið skal spæla móti hinum oddaliðnum (Gladsaxe) og vinnarin av dystinum rykkir beinleiðis upp í Kvalifikationsrækken Herrer (KVH). Bæði íF Føroyar og Gladsaxe hava 27 stig, so tað má sigast at vera ein sonn toppuppger á síðsta leikdegi - meir spennandi kann tað ikki vera!

Vit vóna at tú hevur tíð og hug at koma ein túr forbí Sundbyhallerne sunnudagin at stuðla ÍF Føroyar hondbólti. Høllin liggur á Englandsvej 61 og skráðin er hendan:

kl. 13.00 - Føroyar vs. VSH 2002 (kvinnur - J&K Petersen)

kl. 14.15 - Føroyar vs. Gladsaxe (1.lið menn - Eik)

kl. 15.30 - Føroyar vs. ABI (2.lið menn - Trygd)

 

Koyr á ÍF Føroyar!