1 mál frá beinleiðis uppflyting

 

Fyrsta manslið spældi sunnudagin oddadyst í Sundbyhøllini ímóti Gladsaxe HG. Vunnu vit dystin fluttu vit beinleiðis upp í kvalifikatiónsrekkjuna. Okkara menn byrjaðu dystin heldur illa, og serliga var tad verjuparturin sum stóð seg illa. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var støðan 12-8 til Gladsaxe. Serliga var tad vinstri bakkur hjá teimum, sum gjørdi sum honum lysti, og vit fingu ongantíð stýr á honum í fyrsta hálvleiki. Støðan í hálvleikinum var 17-12 til Gladsaxe.

Vit skiftu eitt sindur í okkara verjuparti frá byrjan í seinna hálvleiki, og hetta gav úrslit. Janus Sørensen varð settur at dekka teirra vinstra bakk, og tískil fingu teir ikki tey somu løttu málini sum í fyrsta hálvleiki. Hesa fyrstu løtuna var tad Bjarni Sørensen sum gjørdi um seg í álopspartinum. Aftaná 13 minuttir av seinna hálvleiki var stødan 19-19. Vit høvdu momentum, men tíverri fingu vit onkrar býttar útvísingar í verjuni og misnýtti onkrar gyltar málmøguleikar, so vit komu ongantíð meir enn 1 mál framum. Í endanum av dystinum var sera javnt og liðini skiftust um at skora. Vit høvdu bóltin tá 20 sekund vóru eftir, men vit misnýttu møguleikan og tískil endaði dysturin 24-24. Tad merkir at vit enda nummar tvey í deildini, og harvið skulu vit 14. apríl til Bornholm at spæla kvalifikatiónsdystir um uppflyting.

Við ávíkavist 9 og 5 málum vóru tað serliga Esbern Patursson og Bjarni Sørensen sum gjørdu um seg í álopinum. Esbern bleiv eisini dagsins leikari við 7 atkvøðum, meðan Bjarni fekk 5. Fitt av fólki var eisini møtt til dystin, og vit takka stórliga fyri stuðulin og vóna at síggja tykkum aftur tá dystur aftur er á heimavølli :)

Eik stuðlar 1. liði hjá monnum