TV2 Bornholm rapportasja og okkara síðsti tjansur!

 

Tá besta mansliðið hjá ÍF Føroyar hondbolti seinasta vikuskifti var á Bornholm, var TV2 Bornholm til staðar og fylgdu heimaliðnum í kappingini um upprykking til Kvalifikatiónsrekkjuna. Her er ein leinkja til sjónvarpssendingina, sum var víst mánakvølið í Bornholm :)

(Bornholm vs. ÍF Føroyar á TV2 Bornholm)


Tìverri megnaðu okkara menn ikki at tryggja okkum upprykking í hesum førinum, men vónandi klára teir at fullføra ta uppgávuna komandi vikuskifti. Tá er absolutt seinasti møguleiki hjá okkum at rykkja upp. Ein broyting er gjørd í hesum upprykkingarspæli í mun til undanfarin ár! Ístaðin fyri at vit bert skulu spæla ein dyst, so skulu vit aftur út í eina nervapirrandi upprykkingar-kapping! 4 lið eru í hesari kapping og nummar 1 og 2 rykkja upp, meðan 3 og 4 vera verandi í seriu 1.

Øll eru sjálvandi vælkomin at stuðla okkum nú í allar seinasta leikumfari. Dystirnir verða leiktir í Bellahøj Hallerne (Bellahøjvej 1, 2700 Brønshøj). Til tykkum sum ikki kunnu koma at stuðla okkum, so kunnu tit eisini fylgja við á netinum! Planurin er at fáa eina live-uppdate tænastu at koyra til dystirnar hjá okkum. Meir um hetta seinnni :)

 

Eik stuðlar 1. mansliði!

Nýggja dystarskráðin sær soleiðis út:

 

Leygardagin 20. apríl:

kl. 10.30 - Føroyar vs. Freja

kl. 11.45 - TMS Ringsted vs. Fremad Valby

 

Sunnudagin 21. apríl:

kl. 11.00 - Freja vs. TMS Ringsted

kl. 12.15 - Fremad Valby vs. Føroyar

kl. 16.00 - Fremad Valby vs. Freja

kl. 17.15 - TMS Ringsted vs. Føroyar

 

Eik stuðlar 1. mansliði!