Dystarfrásagnir frá Bornholm

AaIF/Midtbornholm - ÍF Føroyar: (26-25) - Skuffandi innsatsur

 

Av tí at 1. lið endaði á øðrum plássi í teirra bólki, skuldu teir til Bornholm at spæla uppflytingardystir sunnudagin ávíkavist ímóti AaIF/Midtbornholm og KSG úr Keypmannahavn.

Nakrir spælarar høvdu valt at fara leygardagin fyri at hava tíð at uppliva Bornholm, meðan aðrir valdu at fara tíðliga sunnumorgunin.

Fyrsti dystur var í móti teimum lokalu frá AaIF/Midtbornholm. Hetta liðið var mannað av rutineraðum monnum, sum skuldu royna at føra teirra lið upp í kvalifikatiónsdeildina, og harvið leggja lunnar undir fyri einum nýggjum ættarliði, sum skal taka yvir komandi kappingarár.

Dysturin byrjaði væl fyri ÍF Føroyar, og serliga var tað í álopinum at tað gekk væl. Við skjótum og vælspælandi álopsspæli, eydnaðist tað ÍF Føroyum at trekkja frá Bornholmarunum, hóast verjiparturin hekk eftir. Tí einu løtuna í fyrra hálvleiki, var støðan 10-6 til ÍF Føroyar, og hesa løtuna sá út til, at hetta ikki fór at verða ein torfør uppgáva fyri ÍFøroyar, men soleiðis var ikki. Sum fyrri hálvleikur leið, stagneraði álopsspælið hjá ÍF Føroyum, samstundis við at verjan framvegis ikki traðkaði til. So við og við át tað garvaða Bornholm-liðið seg meir og meir inná føroysku leiðsluna, og tá ið farið var til hálvleiks, var tað ikki meir enn eitt mál á muni, 14-13.

Líka sum trupuleikin hevur verið í fleiri av undanfarnu dystunum hetta kappingarárið, byraði ÍF Føroyar seinna hálvleik illa, og beinavegin tóku Bornholmarnir leiðsluna, og nú var tað serliga álopið í sveik. Fleiri ferðir á rað, brendu føroysku leikararnir púra fríir. So við og við sum seinni hálvleikur leið, fingu føroyingarnir vent ringu gongdini og tá ið 10 sekund vóru eftir, javnaði Esbern til 25-25, og nú sá út til at eina stigið var komi í sjáttuna, men nei. Bornholmarnir skundaðu sær fram í álop og útnýttaðu passiva verjuspælið hjá ÍF Føroyum og teir skoraðu tíðanverri til 26-25.

 

Málskjúttar: Hjalti 7, Esbern 5, Jens 4, Bjarni 3, Janus 3, Rúni 2, Rói 1

Dagsins leikari: Jens, Hjalti og Esbern allir við trimum atkvøðum.

 

 

ÍF Føroyar-KSG: (26 - 24) - Fantastiskt comeback

 

Tað var bert ein tími millum dystirnar báðar, so pulsurin var ikki meira enn farin niður aftur, áðrenn vit aftur stóðu á vøllunum. Vit komu tó væl frá byrjan, og menn vóru tendraðir. Men vit løgdu tó alt fyri eitt til merkis, at hetta ikki var ein lættur dystur. Liðini vóru jøvn. Men í mun til fyrra dystin, ið var heldur harður at spæla, bar nú til at spæla hondbólt. Verjan stóð eisini væl betri. Av tí sama riggaði álopsspælið eisini væl. Og vit høvdu nógvar góðar spælkombinatiónir, ið gjørdu, at vit komu til fleiri fríar málmøguleikar. Ofta endaði bólturin úti á høgra vongi, har Jens var tryggur málskjútti. Bólturin sat í heila tikið oftari í málinum hesuferð, enn hann gjørdi í fyrra dystinum. Færri málmøguleikar fóru til fánýtis. Men hóast hetta var tað, sum sagt, eingin lættur dystur at vinna. Í hálvleikinum vóru vit frammanfyri við einum máli. Støðan var tá 14-15. Men KGS kom best frá byrjan í seinna hálvleiki og átti leiðsluna við 3-4 málum heilt til 5 minuttir vóru eftir at spæla. Seinastu minuttirnir vóru øgiligir. Vit bardu okkum upp á javnleik – 23-23 – í evstu løtu. Millum annað við eini kanónbjarging frá Pól í málinum í seinasta minutti bar til at vinna dystin 26-24. Ein sera umráðandi sigur, ið ger, at vit enn kunnu flyta eina deild upp. Samstundis hevði sigurin stóran týdning fyri góða lagið, ið var umborð á bátinum heim aftur til Keypmannahavnar.

 

Málskjúttar: Jens 8, Janus 8, Rani 3, Hjalti 3, Rói 2, Esbern 1 og Rúni 1.

Dagsins leikari:
Jens 6, Janus 2, Rói 2, Pól 1