Nýggj leikskrá sunnudagin!

Av onkrari orsøk er dystarskráðin fyri komandi vikuskifti broytt - og tað er so absolut ikki til okkara fyrimun!

 

Upprunaliga skuldu vit haft eina pausu millum báðar dystirnar sunnudagin, men eftir broytingina so skulu vit spæla báðar dystirnar beint eftir hvønn annan. Hetta setur enn størri krøv til leikararnar hjá okkum, men vónandi so er formurin nóg góður.

 

Øll eru vælkomin at stuðla liðnum í stríðnum um uppflyting. Dystirnir verða leiktir í Bellahøj Hallerne (Bellahøjvej 1, 2700 Brønshøj).


Tað ber til at fylgja við Liveupdate á facebook síðuni hjá felagnum 'ÍF Føroyar Hondbóltur'

 

Koyr á ÍF Føroyar!

 

Eik stuðlar 1.liðnum