Flongdir Freja-frensar

ÍF Føroyar-Freja 40-20 (20-9):

ÍF Føroyar setti í dag hol á síðstu kappingina í stríðnum um uppflyting í donsku kvalifikationsdeildina. Fýra lið eru við í kappingini, har nr. 1 og 2 flyta beinleiðis upp, meðan nr. 3 og 4 verða verðandi í seriu 3.

Tað “sjálvsama” í dystinum í dag var, at tvey ung konufólk vóru dómarar. Okkara menn tóku sera væl ímóti teimum og fingu ongantíð útvísing fyri at brúka munn. Hetta kann ikki sigast um mótstøðuliðið, sum fekk í minstalgi tvær útvísingar fyri at brúka seg ímóti dómarunum. Tær dómdu sera væl í gjøgnum allan dystin og kláraðu eisini væl at takkla býttissligar viðmerkingar frá gomlu Freja leikarunum. HSF burdi kanska umhugsa  slíkar loysnir í hesum turru dómara-undirskotstíðum.

Orðatakið sigur, at mann ikki skal skoða hundin á hárinum! Hetta gloymdu okkara menn í dag. Tí hóast 80 % av spælarunum í Freja vóru síðst í 40’unum, so høvdu teir 2-3 veteranar, ið góvu okkara monnum ein skarpan gang teir fyrstu 15-20 minuttirnar av fyrra hálvleiki.


Bæði liðini byrjaðu við eini 6-0 verju. Verjan hjá ÍF Føroyum virkaði heldur ótrygg í byrjanini á dystinum. Mótstøðumennirnir høvdu alt ov fríar teymar og skoraðu alt ov lætt – bæði frá vengrunum og strikuni. Hetta førdi m.a. til, at ÍF Føroyar kom aftur út 2-0. Hóast okkara menn gloymdu at verja, so gloymdu teir ikki at skora frammi í álopinum. Fyrstu 20 minuttirnar skiftust liðini um at verða frammanfyri.  Eftir 10 min. var støðan 4-4 og tá ið 20 min. vóru spældir var støðan 10-9 til ÍF Føroyar.

Eftir umleið 20 minuttir skifti ÍF Føroyar yvir til 5-1 verjuna, sum virkaði sera væl. Menn vaknaðu og byrjaðu at takkla og blokkera fyri skotunum hjá Freja. Hetta førdi til, at fjáltur kom á mótstøðuliðið og teir virkaðu heldur ørkymljaðir eftir at verjuformatiónin bleiv broytt.

Tá ið støðan var 10-9 fekk ein Frejaleikari reytt kort fyri eina óneyðuga takkling av einum púra fríum Janus Sørensen. Eftir hetta gekk niður av bakka fyri Freja. Orkan byrjaði at ganga undan hjá Freja samstundis sum teir vóru sera ónøgdir við kvinnuligu dómararnar. Av hesum fingu teir nakrar býttar útvísingar fyri grenj og ov hart spæl. Teir fingu bert eitt mál aftur at í fyrra hálvleiki, meðan ÍF Føroyar skoraði heili 12 mál aftur at. Nú sást tíðiliga, at tað stóð á gomlum nøglum hjá Freja. Orkan gekk sum sagt undan og onki gekk eftir vild. Harafturímóti vísti ÍF Føroyar gott verju- og álopsspæl.

Hálvleiksstøðan var 20-9 til ÍF Føroyar.

Góða føroyska spælið helt á fram í seinna hálvleiki og legði ÍF Føroyar út sum eitt óløgi. Verjan var sum ein múrur og álopsspælið hjá Freja hevði ringt við at finna hol í stóra manngarðinum við Róa Lamhage í miðverjuni. Harumframt  kom eitrandi skjótálopið hjá ÍF Føroyum eisini veruliga til sjóndar fyrstu løtuna við Jens Mohr og Djóna Højgaard á odda. ÌF Føroyar vann fyrstu 12 minuttirnar heili 10-3. Og tá ið 50 minuttir vóru spældir var ÍF Føroyar á odda 34-15.

Endaliga støðan bleiv 40-20 til ÍF Føroyar.

Málskjúttar: Jens Mohr 7, Bjarni Sørensen 5, Esbern Patursson 5, Hanus Johansen 5, Rani Ellingsgaard 5, Rúni Joensen 4, Jákup Apol 3, Djóni Højgaard 3, Janus Sørensen 2, Rói Lamhauge 1

Dagsins leikari: Rúni Joensen 8, Djóni Højgaard 2, Pól Andreassen 2, Jens Mohr 1, Janus Sørensen 1