Menninir í kvalifikatiónsrekkjuna

Sunnudagin vóru tveir teir seinnu dystirnir í kappingini um upprykking leiktir. Vit gjørdu ikki matari enn at vinna báðar, og hava harvið tryggja okkum pláss í kvalifikationsrekkjuni komandi ár.

 

ÍF Føroyar – Fremad Valby 29- 19

Næsti dysturin í upprykkingarkappingini varð leiktur ímóti Fremad Valby. Dysturin byrjaði heldur varliga frá okkara monnum, har vit serliga í verjistøðu vóru nakað afturhaldandi. Vit vóru tí aftanfyri við eini 2 málum fyrstu minuttirnar av dystinum. Álopspælið hjá ÍF-Føroyum var, so at siga, gott allan dystin, við fáum feilum, fáum brendum kjansum og var væl skipað. Sum dysturin leið, fóru okkara menn tó at taka initiativ í verjuni, og hon flutti seg spakuliga longur út at forstýra Fremad Valby mennirnar, sum brúktu nógva orku at berjast við okkara menn. Tó her vóru okkara leikarar nógv sterkari, skjótari og ágrýtnari. Tað sást at orkan hjá Fremad Valby leikarunum ikki fór at halda til allan dystin. Miðskeiðis í fyrsta hálvleiki varð ÍF føroyar fyrstu ferð á odda í dystinum, tá Jens Mohr skorðaði til 9-8. Eftir hetta hildu vit okkum á odda, og tá bríksla varð til hálvleik var støðan 15 – 13 til ÍF- Føroyar. Seinna hálvleik komu Fremad Valby í satt óðnarveður og tá 12 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var støðan 21-14 til okkara menn. Longu nú var dysturin meir ella minnið avgjørdur, og Fremad Valby vóru sjónliga ørkymlaðir av knáu føroyingunum og fóru mestsum at tíggja sær sum bithundar og annars at hava at dømingini. Hesum lótu okkara menn ikki við seg koma, vit savnaðu okkum fyrimyndarliga um hondbóltspæl, lótu dómararnar fáa frið at døma og hildu áfram at hava bithundarnar í føstum bandi. Tá bríkslað varð fyri seinastu fer var støðan 29-19 til okkara menn og tamdu bithundarnir fóru aftur til Valby við halanum millum beinini.

Málskjúttarnir í dystinum vóru: Esbern Patursson (7), Jens Mohr (7), Rani Ellingsgaard (4), Bjarni Sørensen (3), Rói Lamhauge (2), Hanus Johansen (2), Jákup Apol (1), Janus Sørensen (1), Hjalti Jacobsen (1) og Rùni Joensen (1)

Esbern Paturursson og Jens Mohr fingu 7 mál í part og deildu tískil plássið sum toppskjúttar í dystinum.

 

Fegnir ÍF Føroyar leikarar eftir dystirnar sunnudagin.

 


ÍF Føroyar – TMS Ringsted  33-18

Seinni dysturin sunnudagin og síðsti dysturin hjá okkum í ár var móti TMS Ringsted. Dysturin var reelt uttan týdning, tí bæði liðini høvdu tryggjað sær uppflyting.

Dysturin bar eisini brá av at spenti stemningurin, sum hevði verið undan hinum dystinum, nú var skiftur út við eitt lættari huglag. Steðgurin millum báðar dystirnar var ein góðan tíma, so tá ársins síðsti dystur bleiv bríkslaður í gongd, tók tað eina løtu at koma í gongd. Men tað vísti seg skjótt at hetta skuldi blíva ein lættvunnin dystur. Hitt liðið hevði bara ein útskiftara og orkan rann skjótt undan hjá tí grøna liðnum, sum hevði nakrar óvanliga bulmiklar menn á liðnum. Um miðjan hálvleik skiftu vit allar menninar uttan Jens og Pól út, og tá fari var til hálvleiks var støðan 17-9 til okkum og bæði dysturin og kappingin var í veruleikanum longu vunnin.

Seinni hálvleikur bleiv meira til spæl enn veruligur hondbóltur. Avgjørt var, eftir nakrar brendar møguleikar í fyrra hálvleiki, at um menn brendu ella leikarin, sum teir vardu skoraði, bleiv man skiftur út. Á bonkinum var kø á til at koma inn og sum tíðin leið, var eingin, sum spældi á sínum rætta plássi. Rani spældi strika, Bjarni á høgra vongi og á hinum vonginum sást nakað so sjáldsamt sum ein Hjalti í mótálopi. Tað ráddi meira um ikki at vera skiftur út enn at skora. Ein stuttlig hending var tá ein ovurfegin Hanus fann út av at spælarin, sum júst hevði fintað hann, hevði gjørt yvirtraðk, at Hanus tískil slapp undan at seta seg á bonkin.

Dysturin endaði 33-18 og menn fegnaðust eftir dystin um at tað loksins eydnaðist at flyta upp í kvalifikatiónsrekkjuna.

Rani Ellingsgaard gjørdist toppskjútti í dystinum við 10 málum. Hinir málskjúttarnir vóru: Rúni Joensen (5), Bjarni Sørensen (5), Janus Sørensen (3), Esbern Patursson (3), Djóni Højgaard (2), Jens Mohr (2), Jákup Apol (1), Hanus Johansen (1) og Hjalti Jacobsen (1).

Myndir frá dystinum

ÍF Føroyar – Fremad Valby:

http://hondboltur.dk/index.php/fo/sjoneykan/myndasavnid/menn/1-lid/f-foeroyar-vs-fremad-valby

ÍF Føroyar – TMS Ringsted:

http://hondboltur.dk/index.php/fo/sjoneykan/myndasavnid/menn/1-lid/f-foeroyar-vs-tms-ringsted

 

ÍF Føroyar leikarirnir takka viðhaldsfólkunum fyri stuðulin. Vit síggjast aftur komandi ár :)

 

Eik stuðlar 1. Mansliði hjá ÍF Føroyar Hondbólti.

.