Ársins leikarar 2012/2013

ÍF Føroyar hondbóltur helt farna vikuskifti endaveitslu eftir eitt ótrúliga gott kappingarár. Lagið var gott og fólk møttu fjølment (føroyska tíð) til fyriskipað undirhald og hugna á Amager Strand, áðrenn leiðin gekk yvir í Couloir har ein fín buffét bíðaði eftir okkum.

Gjøgnum árið hevur 1.manslið eftir hvønn dyst stemmað uppá dagsins leikarar og harafturat hava menninir eisini skrivað niður málslúkararnar fyri alt kappingarárið. Pól Andreassen var tann leikarin ið fekk flest atkvøður gjøgnum alt kappingarárið, og harvið bleiv okkara fantastiski málmaður fortjent ársins leikari 2012/2013. Álops-essið Esbern Patursson gjørdist toppskorari hjá 1.liðnum umframt at hann eisini átti heiðurin av at vera tann raskasti til at møta til venjing.

Kvinnurnar valdu at stemma uppá ársins leikara við eini atkvøðu á endaveitsluni. Samanlagt so vann Edith Dahl Olesen ein greiðan sigur og kann tí kalla seg ársins kvinnuligi leikari hjá ÍF Føroyar hondbólti 2012/2013.

ÍF Føroyar nevndin vil ynskja ársins leikarum tillukku við titlunum. Eisini skal ein stór tøkk sendast øllum limum, viðhaldsfólki og stuðlum fyri farna kappingarár. Vit gleða okkum til at koma í gongd aftur komandi kappingarár, og vit vóna at tit eisini gera tað sama :)

Niðanfyri er eitt sinndur av statistikki frá 1.mansliði frá farna kappingarárið.

Koyr á ÍF Føroyar!