Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /customers/3/4/e/hondboltur.dk/httpd.www/plugins/system/t3/includes/menu/megamenu.php on line 141 Hondboltur.dk

Hug at royna teg í spennandi venjarastarvið?

Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum eru nú farnar at leita eftir venjara til komandi kappingarár. Kvinnurnar venja 1-2 ferðir um vikuna. Venjing og heimadystirnir verða leiktir á Amager og ætlanin er at fara í gongd aftur við venjing tá flestu kvinnurnar eru komnar aftur frá føroyum, umleið síðst í august ella fyrst í september. Kappingin byrjar síðst í september og heldur áfram til jólar, fari verður í gongd aftur fyrst í januar og síðan endar kappingin umleið um páskini.

Um áhugi er fyri at venja kvinnurnar komandi kappingarár, ella ein part av kappingarárinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Nevndina hjá ÍF Føroyar hondbóltur ella Kristinu Simonsen, e-mail: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it., tlf. 25717715.