So byrjar venjingin aftur :)

So eru fyrireikingarnar til komandi kappingarár av álvara farnar í gongd. Hondbóltsvenjingin hjá bæði kvinnum og monnum byrjar aftur týsdagin 3. september. Menninir hava fystu venjing í Sundbyhøllini (Englandsvej 61) týsdagin frá kl. 16.00 - 17.30 og kvinnurnar frá kl. 17.30 - 19.00.

Venjingartíðirnar fyri komandi kappingarár eru týsdagar frá kl. 16 - 19 og fríggjadagar frá kl. 19 - 22.

Øll eru vælkomin og vit vóna at síggja nógv nýggj og "gomul"-kend andlit.