Ársins fyrsti venjingardystur

Fríggjakvøldið leiktu okkara menn fyrsta venjingardystin í hesum kappingarárinum. Liðið var blandað av bæði royndum og nýggjum kreftum og samanumtikið leiktu vit ein fínan dyst. Mótstøðuliðið var Hundested HK, sum eisini heldur til í Kvalifikatiónsrekkuni. Vit avtalaðu at spæla trý umfør á 25 min.

Vit byrjaðu eitt sindur skirvisliga og komu eini 2-3 mál afturúr beinanvegin. Eftir hetta gekk spælið aftur og fram og í álopinum spældu Julian Johansen og Rani Ellingsgaard væl saman, meðan bæði Pól og Lars í málinum hjá okkum stóðu væl. Í øðrum umfarið spældu vit góðan hondbólt, og bæði í álopi og í verju stóðu vit væl. Vit førdu aftaná 2 umfar við uml. 5 málum. Lagið var tí gott tá vit fóru í holt við triðja og seinasta umfar, men spælið hjá okkum datt niðurfyri. Vit byrjaðu at gera nógvar feilir og kanska var tað orkan, ið var við at vera uppi. Tá alt kom til alt, so endaði dysturin við at vit taptu við 3 málum.

Næsti venjingardystur verður hósdagin, tá vit taka ímóti Amager SK, ið somuleiðis spælir í Kvalifikatiónsrekkjuni.

Eik stuðlar 1. liðnum