Venjingardystur móti Amager SK

Hóskvøldið spældu vit okkar næsta venjingardyst, hesaferð var mótstøðuliðið Amager SK. Hetta var samstundis síðsti venjingardystur áðrenn kappingin byrjar fríggjadagin. Vit byrjaðu dystin sera væl við eini sterkari 6-0 verju sum ikki var til at sleppa ígjøgnum og tað sum slapp tók Lars sær av. Álopið koyrdi eisini sum smurt og vit løgdu okkum á odda við 4-5 málum beinaveg og tað gekk sera illa hjá hinum at fáa mál. Hetta var munurin til miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá kom stígur í hjá okkum. Misskjiljingar í verjuni og hugurin til at gera ov skjótt av í álopinum gjørdu at Amager SK fekk møguleikan at koma inn aftur í dystin, men teir tóku ikki ordiliga av og vit fóru til hálvleiks við tryggari leiðslu hóast spælið versnaði sum hálvleikurin leið.

 

Í hálvleikinum avgjørdu vit at vit skuldu byrja seinna hálvleik sum vit byrjaðu dystin. Og tað eydnaðist, verjan var tøtt sum tunnan og Lars hevði fleiri góðar bjargingar sum førdi við sær at vit fingu nógv skjótálop og so runnu vit teir í senk. Endaliga støðan gjørdist 23-16 og vit fingu bunkra eitt sindur av sjálvsálitið til komandi kappingarár.

Rói Lamhauge spældi ein góðan dyst bæði í verju og álopið og bleiv dagsins maður, um tað var avrikið á vøllinum ella tað at hann er fyrsti maður at gjalda limagjald í ár skal eg lata vera ósagt.

 

Eik stuðlar 1.liðnum