Nýggir venjarar settir

Komandi fríggjadag fáa bæði kvinnurnar og menninir hjá ÍF Føroyar hondbólti nýggjan venjara.

 

Seinasta ár var Miriam J. Michelsen venjari hjá kvinnunum. Miriam er eisini venjari hjá fótbóltskvinnunum. Í ár hevur hon valt at taka hondbóltsskógvarnar fram aftur, og tí hevur nevndin roynt at funnið ein nýggjan venjara í hennara stað. Fram til í dag hava kvinnurnar sjálvar staði fyri venjingunum, men framyvir verður tað Jákup Larsen sum kemur at taka sær av venjarastarvinum. Jákup hevur sjálvur ein lítlan skaða at dragast við og fær tí ikki sjálvur spælt hondbólt, men so er tað gott at hann kann hjálpa til uppá aðrar mátar.

 

 

 

 

 

Hjá monnunum hevur Helgi Justinussen verið venjari seinasta árið. Umframt venjarastarvið so er Helgi eisini formaður og leikari í felagnum. Hetta hevur víst seg at vera í so møtimikið, so tí hevur Helgi valt at trekkja seg sum venjara. Í hansara stað hava vit fingið ongan minni enn Julian Johasen, sum eisini er leikari í felagnum. Julian er í gongd við at taka eina venjara-útbúgving, so tað kann ikki sigast annað enn at hann er ein sannur fongur hjá felagnum.

Vit í nevndini eru ótrúliga glað fyri at hava funnið hesar báðar venjararnar, og vilja ynskja teimum góða eydnu við útfordringunum sum eru fyri framman.