Himmelev II - ÍF Føroyar I (17 - 32)

 

Endiliga eydnaðist tað hjá besta mansliðnum at vinna fyrsta dystin í kappingarárinum - og tað varð gjørt sannførandi.

 

Mótstøðuliðið

Hesaferð vóru vit á vitjan í Roskilde Kommune, har Himmelev II hevði boðið til dyst. Um Himmelev II kann sigast, at liðið ikki verður mett sum eitt av toppliðinum í ár, og tískil vóru vónirnar til dystin góðar. Harumframt vóru vit eisini ógvuliga svangir eftir einum sigri.

 

Tað vísti seg tó, at vit vóru ikki heilt so væl mannaðir til dystin, tí fleiri mans vóru heima í Føroyum í sambandi við fletting, og Hjalti var tíverri vorðin sjúkur til dystin. Men hóast alt, so vóru vit 9 mans, ið gleddu seg at kempa og spæla fyri ársins fyrsta sigri

 

Dystargongd

Fyrstu 5 minuttirnar leikaði javnt á, men sum dysturin fráleið, so gjørdist alsamt meira greitt, at vit vóru betra liðið á vøllinum, bæði í verju og álopi. Í verjuni vardu vit skilagott og ikki minst við "power", ið hevur verið nógv eftirspurgt tveir teir undanfarnu dystirnar. Í álopinum spældu vit skipaðan hondbólt við nógvum skjótálopum, ið gav úrslit. Skipaða spælið hevur higartil í ár ikki verið nóg gott hjá okkum, tískil hava vit fingið nógv skjótálop ímóti okkum, men tað sær út til at ganga rætta vegin.

 

Rúni gjørdist toppskjútti við 10 málum, og gjørdist harvið, enn einaferð, dagsins leikari. Til lukku við tí, Rúni, flott og uppiborið - tú umboðar heimbygdina væl!

 

Næsti dystur er komandi sunnudag á útivølli, tá mótstøðuliðið er Rødovre HK II.

 

Eik stuðlar 1.liðnum

 

.