Kvinnurnar vunnu sín næsta dyst tepurt

KFUM 3 – ÍF Føroyar 1. lið kvinnur 16-17 (12-10)

 

Sunnudagin møttu okkara kvinnur KFUM á útivølli. Við vón um at rykkja upp skuldi hesin dysturin eisini vinnast. Dysturin byrjaði hampuligt, har vit komu á odda við tveimum málum, men KFUM kvinnurnar hingu allatíð í, og orsaka av okkara mongu feilum og nógvum mistum bóltum vóru vit aftanfyri 12-10 tá fari var til hálvleiks.

 

Í næsta hálvleiki vóru nakrir glottar at hóma í okkara álopsspæli, og við fýra skjótum og góðum málum løgdu vit okkum aftur á odda. Aftan á hetta leikaði hart á og spenningur var til síðsta bríksl. Lukku tíð endaðu vit omaná við einum máli.

 

Aftur hesuferð stóð verjan seg væl, meðan tað er í álopspartinum vit ikki eru nóg stinnar – enn!

 

Við tveimum stigum afturat í skjáttuni eru vit heilt sikkurt  á rættari kós

 

 

Leikarir hendan dystin: Maria S., Eydna, Carol, Svava, Sarah Ann, Maria D., Miriam, Kristina T., Tordis, Helena, Birita, Elin.

Málskjúttar:
Helena 2
Tordis 2

Kristina T.  2

Elin 2

Sarah Ann 2

Svava 2

Eydna 2

Maria 1

Birita 1