Spennandi leyardagur í Sundbyhøllini.

Leyardagin fara bæði mandsliðini hjá ÌF Føroyum í eldin. 1. liði spælur kl 14.15 móti Team HK Køge 2. Hettar er ein dystur sum hevur nógv at siga fyri okkara menn. Tapið í síðstu viku skal vaskast av og vit skulu upp eftir stigatalvuni. Vónirnar til dystin eru góðar; eitt nú kann sigast at hettar er fyrsti dystur í ár har vit hava allar mans tøkar. Jens Mohr er afturkomin av 'fjakkaraferð og Hanus Johansen hevur flett tað sum flettast skuldi á Strondum.

Beint eftir dystin hjá 1.liði skal 2.lið spæla móti ABI 1. Vit vita ikki so nógv um mótstøðuliði, men vit vita at 2.liði er sera væl mannað, so har fara vit eisini eftir tveimum stigum. Tað grør um gangandi fót á manssíðuni hjá ÌF Føroyum, fleiri ungir leikarar eru komnir til eftir summarsteðgin og vera teir við 2. liði leyardagin.

Síðsta venjing áðrenn dystirnar verður í annað kvøld kl.20.30 í Sundbyhøllini.

14.15: ÌF Føroyar 1 - Team HK Køge 2

15.30: ÌF Føroyar 2 - Abi Abilgårdens 1

 

Allir stuðul er hjartans vælkomin til leyardagsdystirnar.

 

Eik stuðlar 1.liði hjá ÌF Føroyum monnum.