1.lið snávaði í Rødovre

Eftir sigurin móti Himmelev var geisturin góður, og menn hildu at nú var hol komi á, og næsti sigurin skuldi koma í hús.

Dysturin sum upprunaliga var settur til at byrja kl 16.15, var av einari ella aðrari orsøk fluttur soleiðis at dysturin nú skuldi byrja kl 15.15. Flytingin var tíverri ikki boða ÍF Føroyum frá, og hildu vit at dysturin skuldi spælast kl 16.15.

Hóast miðlar seinastu tíðina vilja vera við at Vestminningar eru ógvuliga ræktir av sjúkuni KS ”kriniskt seinføri” var tað vestminningurin Rúni Joensen sum varnaðist at dysturin var fluttur, og heilt skjótt fekk hann sent boðini víðari, soleiðis at allir mans møttu áðrenn dysturin byrjaði. Álítandi keldur vilja vera við, at tað eru tær donsku pylsurnar, sum Rúni hevur eti seinastu árini í danmark sum hava lekt sjúkuna hjá Rúna. http://foroyaportal.tumblr.com/post/60437634154/stadfest-vestmenningar-eru-kroniskt-seinir

 

ÍF Føroyar byrja ikki dystin serliga væl, og koma teir úr Rødovre skjótt frammum 6-2. Eftir einari løtu kemur verjan og málmaðurin meira við, og restina av hálvleikinum er meira javnt og støðan í stegginum er 16 -14.

 

Hóast Rødovre eru frammanfyri í hálvleikinum, so er einki sum bendur á at ÍF Føroyar ikki kann vinna dystin. Við góðari byrjarn á seinna hálvleiki koma ÍF Føroyar eisini frammum við einum máli, og nú sá út til at stigini fóru at koma við heim á amager hendan dagin. Tað leikar javnt á, og leingi býtast liðini um at vera á odda við einum máli. Tó so at ÍF Føroyar eina løtu gera ov nógvar feilir, og vera straffaðir við skjótum málum frá Rødovre sum soleiðis leggur seg frammum 28-24. ÍF Føroyar royndir at svara aftur við at koyra ferðina nakað upp, men tað fær ikki ætlaðu effektina og dysturin endar við at Rødovre vinnur 34 – 29.

 

Stemningurin eftir dystin var ikki serliga góður, og vóru menn klárir yvir at um insatsurin hevði verið eitt sindur betur í verju og álop, so hevði tað nokk bøtt munandi um úrslitið.

Málini hendan dagin skutu: Rúni 7, Janus 6, Rani 4, Djóni 4, Hjalti 2, Jákup 2, Hanus 2, Roar 2.

Dagsins maður var Jákup Apol sum fleiri ferðir breyt væl ígjøgnum verjuna og vísti góðan strísvilja.

 

Eik stuðlar 1.liðnum