Søguligur sigur til 2. lið kvinnur

ÍF Føroyar 2. lið kvinnur - Team København (HK 94) 26-24 (12-10)

Flest øll vita vit, at ein aldrin skal undirmeta mótstøðuliðið hjá sær, tí hetta vísir seg ofta at ganga galið. Hóast hetta als ikki var tann hugsunarhátturin, sum 2. liðið hjá ÍF-Føroyar fór inn á vøllin við til dystin móti Team København, sunnudagin 03/11-2013,  so mundu tær flestu av okkum hugsa, at nú var sloppið, tá máltalvan, eftir bert 15 minuttir, vísti heili 9-1 til okkara.  Men so hendi tað, ið ongin av okkum hevði væntað – orkan fór at ganga undan, og nógv persónlig mistøk vórðu gjørd. Hetta hevði við sær, at Team København hálaði seg inn á okkum, so støðan gjørdist 9-6. Ta seinastu løtuna av fyrra hálvleiki leikaði javnt á, so tá ið farið varð til hálvleiks, vísti máltalvan 12-10 til okkum.

Dystargongdin í seinna hálvleiki vísti seg at verða tann sama, sum í fyrra, í tann mun, at vit skjótt løgdu okkum á odda við nógvum málum, men kláraðu tó ikki at halda hetta allan dystin, so mótstøðuliðið át seg spakuliga inná okkum aftur. Tó eydnaðist hetta teimum ikki til fulnar, og tann endaliga støðan gjørdist 26-24 til okkum. Hetta er somuleiðis eisini ein søguligur sigur, av tí at tað er fyrstu ferð í søguni, at felagið hevur klára at manna tvey kvinnulið.