Sigursrøðin hjá 1. kvinnuliðnum steðgað

ÍF Føroyar 1. lið kvinnur - Gentofte-Vangede HK 25-26 (12-11).

1. kvinnulið spældi hetta vikuskiftið sín fjórða dyst á heimavølli ímóti Gentofte-Vangede HK. Talan var um toppdyst og støðið var harvið væl hægri enn undanfarnar dystir, sum seinni eisini vísti seg at vera ein javnur og spennandi dystur.

 

Okkara kvinnur vóru ikki nóg klárar og heitar frá dystarbyrjan. Mótstøðuliðið legði hart út og kom á odda við nøkrum málum beinanvegin. Serliga var tað tann irriterandi og hissiga strikan, sum fekk nakrar bóltar, sum hon síðani umsetti til mál.

Tá vit eftir nøkrum minuttum høvdu følt okkum fram, innsóu vit, hvussu hart og kontant vit noyddust at verja, um vit á nakran hátt skuldu steðga og takla teirra tungu kroppum og ógvusligu rørslum. Við hesum fingu vit stýr á verjuni, og í hinum endanum fingu vit eisini okkara spæl at koyra so mikið væl, at vit innheintaðu tær eldru og sterku damunar aftur. Sum fráleið komu okkara gentur framum við 1-2 málum, men størri munur bleiv ongantíð. Hálvleikstøðan var 12-11 til okkara kvinnur.

 

Seinni hálvleikur var sum tann fyrri øgiliga javnur, har vit tó lógu omaná. Álopið hjá okkum koyrdi væl. Verjan hjá mótstøðuliðnum var offensiv, sum við einkultum plássskifti gav okkara gentum rímiligt pláss til gjøgnumbrot. Við einari góðari verju, høvdu Gentofte damurnar torført at koma til málmøguleikar. Tær broyttu taktik og stillaðu upp við sterkastu bakketuni, har tær – hóast vit skoraðu fleiri mál - ferð eftir ferð megnaðu at svara aftur, har skotini serliga komu frá distancuni. Í allar síðsta minuttinum mistu vit takið. Gentofte málverjin bjargaði seinasta skotinum hjá okkum og megnaðu tær - fyri fyrstu ferð - í hinum endanum at leggja seg á odda í seinna hálvleiki. Endaliga støðan gjørdist 26 – 25 til Gentofte-Vangede HK.

 

Mótstøðuliðið hesaferð hevur uttan iva verið tað besta og mest rutineraða, vit hava møtt í hesum kappingarárinum. Við fyrsta tapinum í ár liggur 1. kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum nú á einum deildum 2. plássi, har vit hava leikt ein dyst fleiri.

 

Liðið í dag: Kristina S., Kristina T., Gunnvá, Helena, Frida, Edith, Birita M., Birita J., Elin, Eydna

 

Málini skoraðu: Frida 9, Edith 6, Elin 3, Birita M. 3, Eydna 1, Birita J 1

 

Nýggjur stuðul hjá 1. lið kvinnum er Keel Solution.

 

Komandi dystur hjá 1. lið kvinnum er sunnudagin, tá tær á útivølli í Bellahøj høllini leika ímóti Freja HK, sum liggur á aftasta plássi.