1. manslið fingið vind í seglini

Eftir eina heldur skuffandi byrjan uppá kappingarárið, hevur 1. lið hjá monnunum fingið vind í seglini. Tí vóru vónirnar góðar, tá okkara menn fríggjakvøldið tóku ímóti toppliðnum Jersie HK, sum hevði vunnið allar sínar dystir. Okkara menn vóru samdir um, at um hesin dysturin skuldi vinnast so tað var umráðandi, at allir vóru klárir frá fyrsta bríksli.

Og so var. Verjan stóð væl og álopsspælið riggaði eisini væl, hetta gjørdi at vit løgdu okkum á odda við fleiri málum beinanvegin. Hetta var gongdin gjøgnum allan dystin og endaði tað við einum knúsandi 36-26 sigri. Við sigrinum kom ÍF Føroyar upp á 6 stig og eru nú einans 2 stig aftanfyri Jersie HK, sum líggja á 2. Plássi. Tó skal viðmerkjast at vit hava leikt ein dyst meira enn Jersie.

Komandi vikuskifti hevur besta mansliðið frí. Næsti dystur hjá liðnum verður 17. november kl. 13.40 á útivølli móti BK Ydun í Frederiksberg-Hallerne.

Myndin er tikin eftir eina venjing í oktober.

 

Aftast frá vinstru: Jógvan Skeel Nolsøe, Rói Lamhauge, Brian V. Poulsen, Rógvi Nolsø, Julian Johansen, Lars Black, Hjalti Jacobsen, Rósing Rasmussen og Rúni Joensen

Fremst frá vinstru: Heini Kristiansen, Jens Mohr, Alexandur Black, Pól Andreassen, Kristoffur Kristoffersen, Rani Ellingsgaard, Helgi Justinussen og Jákup Apol

 

Eik stuðlar 1. liðnum