2. lið hjá kvinnunum vann aftur á Team København

Team København - ÍF Føroyar 2. kvinnulið 19-25 (10-12)

2. lið hjá kvinnunum møtti hetta vikuskiftið, eins og seinasta vikuskiftið, Team København, men hesaferð vóru okra kvinnur gestir á Østerbro.  Tá dysturin varð floytaður í gongd í Svanamylluhøllini leikti javnt á teir fyrstu minuttirnar. Tad gekk tó ikki leingi, fyrr enn okra kvinnur blivu heitar, og spælið fór at koyra betri. ÍF Føroyar legði seg á odda, og tá farið var til hálvleiks vísti máltalvan 12-10 til okra kvinnur.

Eftir hálvleik varð dystargongdin tann sama. ÍF Føroyar kvinnurnar førdu, meðan Team København haltaði nøkur mál aftaná. Dysturin var sum heild merktur av nógvum gulum kortum og útvísingum, og ein av okra leikarunum fekk tíverri eisini ein skaða. Hetta var tó ikki nokk til at koppa okra kvinnum, tí tá dysturin varð liðugur, var støðan 25-19 til ÍF Føroyar, og soleiðis fingu kvinnurnar 2 stig heim við aftur á Amager!

Næsti dystur hjá 2. liðnum er longu tórsdagin 14.11., tá kvinnurnar spæla ímóti IF Stadion 2 í Tingbjerg høllini.