2. lið hjá kvinnum enn ósigraðar

IF Stadion 2 - ÍF Føroyar kvinnur 2. lið 20-24 (12-13)

Hóskvøldið 14. november spældi 2. kvinuliðið hjá ÍF Føroyum aftur, og hesaferð stóð slagið í Tingbjerghøllini, har IF Stadion 2 hevur heimavøll.

Frá fyrsti bríksli av leikaði javnt á. Álopsspælið hjá ÍF Føroyum koyrdi deiliga skjótt og til tíðir kanska í so skjótt, at álopið varð avslutta, tí bólturin bleiv skotin beinavegin. Viðhvørt eydnaðist tað at bólturin endaði í netinum, men ofta bjargaði málmaðurin, skotið fór við síðuna av ella á stongina. Hetta vísti seg at geva afturslag, tí spælistílurin hjá IF Stadion 2 bar brá av einum sera tungum og seinum spæli við longum álopum, og hetta tyktist at darva spælinum hjá okkara kvinnum. Verjan var dekan ov sløpp í byrjani, men tað vísti seg, at tað bleiv stramma í, miðskeiðis í fyrra hálvleiki og soleiðis fingu okkara kvinnur tak á heimaliðnum. Tá fari var til hálvleiks vóru vit omaná við støðuni 12-13.

Seinna hálvu vóru okkara kvinnur fult tendraðar og komu væl framum. Ein broyting bleiv gjørd, har vinstri bakkur hjá IF Stadion 2, sum eisini var klárt tann besti leikarin tær høvdu, bleiv mansvard. Hetta broytti heilt uppá spæli hjá teimum, og vísti tað seg til okkara fyrimuns, at tær søplaðu nógvar bóltur burtur.

Um venjingarnar hava havt ávirkan, har upphitingin hevur verið at raka stong, ella kanónin ikki var rætt innstilla skal her vera ósagt, men stongin í Tingbjerghøllini hóskvøldið fekk í øllum førum av at vita. Hetta var ein av orsøkunum til, at okkara kvinnur ikki megnaðu at økja um leiðsluna.
Leggjast skal avtrat, at heimaliðið fekk dekan ov nógv straffiskot, men hetta kláraði Maria Samulsen í málinum avbera væl at takla, har hon hevði fleiri fatom bjargingar.

Dysturin endaði sostatt 20-24 til ÍF Føroyar og hetta merkir at lutfallsliga nýggja samansetta liðið hjá ÍF Føroyum enn eru ósigraðar.

Næsti dystur hjá 2. kvinnuliðnum hjá ÍF Føroyum verður á heimavøllið leygardagin 23. november, tá vit aftur møta IF Stadion 2.
Hetta er eisini dagurin, har øll liðini hjá ÍF Føroyum spæla heimadyst, so áhugaði eru sjálvandi vælkomin at hyggja :)