1.manslid vann málríkan dyst á Ydun

 

Eftir at nýsetti venjarin, Julian johansen, var givin síðan seinasta dyst, vóru menn samdir um at góða gongdin hann hevði byrjað, skuldi halda fram tá teir møttu í Frederiksberg–Hallerne sunnudagin. Kortini gekk ov long tíð áðrenn vit komu í gongd. Verjan hevði sera trupult við at fáa sett taklingar inn, móti einum tolnum og væl skipaðum Ydun álopi. Í álopinum lá væl fyri hjá Janusi at koyra mann ímóti manni á vinstra bakki.

 

Hóast vit vóru aftan fyri meginpartin av fyrra hálvleiki, kláraðu vit at berja okkum upp á javnleik, 15-15 áðrenn hálvleik.

 

Taktikkurin til seinna hálvleik var, at vit skuldu seta ferðina upp, tí tad sást at orkan hjá mótstøðumonnunum var um at ganga undan. Hetta eydnaðist eisini, og tá so verjan fór at rigga eina løtu, hevði Pól fleiri góðar bjargingar sum gjørdu at vit fingu skjótálopið at koyra. Hetta gjørdi at vit vunnu dystin rýmiliga væl, 31-34.

 

At menn vildu gera alt fyri at vinna sást á okkara verjugenerali úr Vestmanna, Róa, sum var gulur og bláur um alt andlitið eftir dystin. Um hann hevði sett høvdið fyri eitt skot frá mótstøðuliðnum ella bara ikki var klárur upp á avleveringarnar sum Janus ”skeyt” eftir honum, er ilt at siga. Ivrigi hoyvíkingurin og róligi vestmenningurin mugu í hvussu so er koma vid einari loysn har.

 

Janus varð valdur til dagsins leikara, og Rósing gjørdist toppskjútti í sínari debut vid 7 málum.

 

 

Dagsins leikari: Janus 5, Rósing 2, Tummas P. 2, Hanus 1, Djóni 1.

Málskjúttar: Rósing 7, Janus 6, Rúni 4, Jens 4, Tummas P. 4, Hanus 3, Hjalti 2, Djóni 2, Jákup 1, Rói 1

 

Eik stuðlar 1.liðnum