ÍF Føroyar beinleiðis á netinum

Leygardagin 23. november verður ein stórur dagur fyri føroyskar hondbólts-útisetar í Keypmannahavn. ÍF Føroyar hondbóltur hevur í ár fýra lið meldaði til donsku landskappingina, og komandi leygardag skulu øll liðini í eldin hvørt eftir annað á heimavølli. Í tí sambandi hevur felagið gjørt avtalu við Búgva Herluf Øster, sum upptekur dystirnar hjá besta mans- og kvinnuliðnum, og leggur eina leinkju út á netið, so øll sum hava áhuga kunna hyggja eftir hesum dystum.

Dystirnir verða leiktir í Sundbyhøllini á Amager og dystarskráðin er hendan (DK-tíð):

kl. 13.00 IF Føroyar 2 - IF Stadion 3 (menn)

kl. 14.15 IF Føroyar - Amager SK 2 (menn - Live Stream her)

kl. 15.30 IF Føroyar - USG 4 (kvinnur - Live Stream her)

kl. 16.45 IF Føroyar - IF Stadion 2 (kvinnur)

 

Tú kanst eisini fylgja gongdini hjá ÍF Føroyar hondbólti á facebook við at dáma síðuna ÍF Føroyar Hondbóltur. Ert tú stødd/staddur á Amager í Keypmannahavn leygardagin, so ert tú sjálvandi vælkomin forbí Sundbyhøllina at stuðla felagnum. Koyr á ÍF Føroyar!!

 

Eik stuðlar besta mansliði

Keel Solution stuðlar besta kvinnuliði

Tryggingarfelag Føroyar stuðlar 2. mansliði